Hetta er bara eitt avloysarastarv í tríggjar mánaðir, men hann hevur fingið áheitan um at koma í fast starv aftur í Tromsø-økinum, har fleiri prestastrørv eru leys at søkja.
Hans Eiler Hammer sigur, at hann fyribils bert vil taka eitt avloysarastarv fyri at vita, hvussu tað er at koma aftur í prestatænastuna eftir alt, sum hann og familja hansara hava verið ígjøgnum.
Meðan Hans Eiler Hammer var prestur í Berlevaag, varð hann skuldsettur fyri at hava sent dóttrini eini sms-boð við ónæriligum innihaldur. Rætturin frídømdi Hans Eiler Hammer, sum tá ikki longur vildi vera í Berlevaag.