Prestur flytir inn í februar

Útlit eru nú endiliga fyri, at hvalbiarprestur kemur aftur í Leirar at búgva. Væntandi verður prestagarðurin klárur at flyta inn í fyrst í komandi ári, sigur biskupur

 

Búðstaðarviðurskifti

Gongur tað, sum biskupur vónar og væntar, verður aftur ljós í prestagarðinum í Leirum í februar mánaða komandi ár. Men tá gongur eisini á triðja ári, síðan prestur flutti út.

Tað hevur tikið sína tíð at umvæla prestagarðin í Hvalba. Arbeiðið upp á prestagarðin er vorðið rættiliga nógv meira umfatandi, enn nakar hevði hugsað sær til. Og pengarnir eru smáir, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur.

Ætlanin var ikki frá byrjan, sigur biskupur, at arbeiðið í Leirum skuldi gerast so umfatandi, sum tað nú er vorðið. Nú er tað vorðið til eina fullkomuliga renovering av prestagarðinum. Frá kjallara til loft.

Men húsini vóru í rættiliga ringum standi. Í fyrsta lagi eru tey ongantíð gjørd liðug. Eitt nú loftið hevur staðið óinnrættað, síðan garðurin varð bygdur.

Fyri skjótt nógvum árum síðan varð kortini nógv gjørt við húsini, men tað var í ávísum førum ikki nóg væl úr hondum greitt, so alt mátti gerast umaftur nú. Eitt nú vóru gólvini ikki bjálvað, sum tey skuldu, og máttu tí takast upp aftur og gerast av nýggjum.

Til fyri heilt stutt síðani hevur eftirlitið við føroysku prestagørðunum ligið í Danmark, og tí ikki verið so nøktandi, sum ynskiligt er, vísir biskupur á. Tað kann eisini vera ein grund til, at okkurt er sloppið undan viðmerkingum, sum átti at verðið átalað.

Tað stórarbeiðið, sum nú verður gjørt, kostar eisini hareftir, sigur hann. Higartil man tað liggja rættiliga nær eini millión krónum, sum brúktar eru til umvælingina í Leirum.

Av hesum eru einar 300.000,- krónur brúktar bara til drening rundan um husini. Har var so vátt, at tað rann inn í kjallaran, og fyri at fáa hann turran, var neyðugt við stórarbeiði rundan um húsini.

At tað hevur tikið langa tíð, kemst fyri ein part av fíggjarligu umstøðunum, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur. Hann greiðir frá, at Stiftið fær 1,2 milliónir krónur árliga til viðlíkahald av føroysku prestagørðunum. Av hesum skulu 25% aftur í landskassan sum meirvirðisgjald. So tað sigur seg sjálvt, at ikki verður nógv í part til 17 prestagarðar.

At fleiri teirra so eisini eru gamlir og partvís ikki í serliga góðum standi, hjálpir ikki upp á støðuna.

Biskupur ásannar, at tað saktans hevði verið møguligt at gjørt prestagarðin í Hvalba lidnan beinanveg. Men so var einki - avgjørt einki - oyra eftir til allar hinar prestagarðarnar. Og tað ber stutt og greitt ikki til. Tí má vera sum er.

Sum er eiga danir prestagarðarnar, og føroysku prestarnir búgva so til leigu. Peningurin til viðlíkahaldið av prestagørðunum kemur úr Danmark, og okkurt er, sum bendir á, at ávís viðurskifti í Føroyum gera, at danir ikki eru so øgiliga altráir eftir at sleppa av við pengar til prestagarðarnar í Føroyum í løtuni.

Eitt dømi er tann vantandi prestagarðurin á Glyvrum. Tann trupulleikin verður helst loystur við, at Føroya Landsstýri keypir eini hús, sum so verða leigað aftur til prestagarð.

?Tí kunnu vit saktans liva við, sigur biskupur. Tí tað ger væl tað sama, hvørjum vit leiga frá, tá vit skulu leiga kortini.

Men nú er tað kortini komið so mikið áleiðis, sigur hann, at endi fer at sígjast á arbeiðinum nakað skjótt. Fíggingin er avgreidd fram til nýggjárs. Og so verður sett av tað, sum brúk er fyri, soleiðis at klárt kann vera at flyta inn í prestagarðin í Leirum aftur ikki seinni enn í februar komandi ár, væntar biskupur.