Prestur skuldsettur fyri at hava sent ónærislig sms

Ein prestur i norsku fólkakirkjuni er skuldsettur fyri at hava sent ónærislig sms til eitt av børnum sínum. Konan er skuldsett fyri harðskap móti tveimum av børnunum.

Hjúnini vórðu handtikin í seinastu viku eftir eina fráboðan frá barnaverndini. Bæði noktað seg sek, skrivar norska blaðið VG. Sakførarin hjá prestinum vil ikki gera nakrar viðmerkingar.

Politiið sigur við VG, at tað ikki hevur illgruna um onnur lógarbrot, og tey bæði vórðu tí latin leys eftir avhoyringarnar.

Samstundis sum hjúnini vórðu handitkin, legði politiið hald á fartelefonir og telduútgerð heima hjá teimum og á arbeiðsplássinum hjá manninum.

Í teldunum var einki at finna, hevur politiið upplýst.

Børnini hava sagt politinum, hvat stóð í ónæriligu sms-unum. Tey eru farin í familjupleygu, meðan málið verður kannað.

Presturin varð sjúkrameldaður sama dag, sum hann varð handtikin.