Jens Vilhelm Danielsen, sum í Føroyum er kendur sum hin avhildni og fólksligi adventistapresturin, býr ikki í Føroyum longur. Í 2010 fluttu hann og konan Sonja, sum er íslendsk, til Íslands at búgva. Tey keyptu hús í Hveragerði í 2010, og sjálvur heldur hann, at tey vóru ógvuliga heppin at fáa møguleikan at ogna sær júst hesi húsini fyri ein líkinda prís. Húsini, sum eru bygd í 2006, eru 154 fermetrar stór.
Spurdur, hví tey valdu at flyta til Íslands at búgva, sigur adventistapresturin brosandi, at tað kundu vit heldur spurt konu hansara um.
- Jú, hon helt, at nú høvdu vit búð í Føroyum í 27 ár, eftir at bæði vóru komin heim - eg sum prestur og hon sum lærari - og nú kundi hon hugsað sær, at vit búsettu okkum í Íslandi.
Sum blaðungur fór Jens Vilhelm Danielsen til Danmarkar á kostskúla hjá adventistunum, og seinni fór hann eisini at lesa teologi, harav hann eisini las nøkur ár í Onglandi. Tá boð vóru eftir honum úr Føroyum, fluttu hann og Sonja heim til Føroya at búgva. Hetta var í januar mánaði í 1984. Tá komu tey úr USA, har hann hevði verið í nakrar mánaðir og tikið eina master-útbúgving innan teologi.
Samstundis, sum Jens Vilhelm Danielsen tók við prestastarvinum hjá Adventistakirkjuni í Føroyum, byrjaði konan, sum er útbúgvin korrospondentur í fronskum, týskum og enskum, sum lærari í Adventistaskúlanum. Sonja er fødd í Vestmannaoyggjunum, men ein stóran part av barna-og ungdómsárunum búði familjan nærindis Hveragerði, har tey bæði nú hava valt at seta búgv aftur.
Jens Vilhelm Danielsen hevur eisini verið virkin sum hjálparprestur, eftir at hjúnini komu yvir til Íslands at búgva. Beiggi Sonju, sum var leiðari í Adventistakirkjuni í Íslandi, tá tey komu yvir, helt, at nú tey vóru í Íslandi, kundi Jens Vilhelm tað sama hjálpa til við at hava gudstænastur viðhvørt.
- Vit hava eina samkomu her í Selfossi, sum liggur nær við Hveragerði. Eg lovaði honum tá, at eg kundi taka eina gudstænastu fast um mánaðin í Selfossi. Vit byrjaðu so við hesum. Eg eri ikki so kønur í íslendskum, so í Íslandi hevði eg fyrstu prædikurnar á føroyskum, og konan týddi so til íslendskt undir gudstænastuni.
Men, so gjørdi Jens Vilhelm, sum hann brosandi tekur til, ein ”brølara”.
- Brølarin var, at eg einaferð endaði eina gudstænastu við einum sitati úr einari bók, sum eg las á íslendskum. Tá ið so gudstænastan var liðug, fóru øll til Sonju og søgdu, at ”… nú heldur hann uppat við at prædika á føroyskum…” Eg og Sonja gjørdu nú av, at eg skuldi skriva prædikuna á føroyskum, og síðan skuldi hon týða hana til íslendskt. So, seinnu árini havi eg hildið prædikuna á íslendskum, leggur hann aftrat.
Men, Jens Vilhelm sleppur ikki altíð við bara at hava eina gudstænastu um mánaðin. Tá tørvur er á hjálparpresti aðrastaðni, eitt nú í Reykjavík, Hafnarfjørðinum ella í Keflavík, so tekur hann eisini eina hond í har.
Jens Vilhelm Danielsen sigur, at hann gjøgnum árini er komin nógv til Íslands, tá Sonja hevur røtur haðani. Nú tey longu hava búð í Hveragerði í nøkur ár, heldur hann, at hann er fallin til. Men, tey eru framvegis í Føroyum av og á, og tað kemur eisini fyri, at hann prædikar í Adventistakirkjuni í Føroyum.