PrimaVera selir pizza á Kambsdali

Gongst sum ætlað, fer matstovan eisini at borðreiða við ymiskum sløgum av búffum í næstum.

Matstovur

Fyrst í hesum árinum læt Dagunn Nolsøe Larsen upp matstovuna, PrimaVera, í ítróttarhøllini á Kambsdali. Orðið ?matstova? er kanska ikki dekkandi fyri virksemið hjá Dagunn, tí PrimaVera ger og selir í fyrsta lagi pizza. Til ber eisini at bíleggja smyrjibreyð, bæði inni í matstovuni og koyrt til dyrnar, men hetta má verða í hampiligari tíð frammanundan. Umframt at selja pizza, selir matstovan eisini chips, sodavatn og sigarettir.


Opið hvønn dag

Sosialurin vitjaði PrimaVera herfyri og varð móttikin av Dagunn, sum er útbúgvin køkshjálpari og hjálparmanni hennara, 20 ára gamla Mortani Nónsgjógv. Aftrat sær til hjálpar, tá ið nógv er at gera, hava tey sonin hjá Dagunn, 23 ára gamla, Birgar Larsen.
Tá ið matstovan í ítróttarhøllini læt upp síðst í januar, hevði einki virksemi verið har seinastu árini. Matstovan hevur tískil verið stongd og fólk, sum vitja í høllini og annars vildu keypt sær okkurt etandi og drekkandi á Kambsdali, hava ikki havt hetta høvi síðan seinnapartin í nítiárunum.
PrimaVera hevur opið hvønn dag millum 17 og 23, og vanligar gerandisdagar er eisini opið millum kl. 11 og 14, tó ikki leygardag.
Dagunn leigar matstovuna frá hallarnevndini, sum umsitir ítróttarhøllina, ið Fuglafjarða kommuna, Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna eiga í felag.


Pepperoni special

Tá ið Sosialurin vitjaði, hevði Mortan gjørt okkum eina pizza, sum kallast ?pepperoni special? og aftrat tí vanliga, hevði hann lagt ananas og tað, hann kallaði jalabeno pipar?, omaná.
Pizza?in gagnaðist ógvuliga væl, og meðan vit ótu, prátaðu vit eitt nú um tað at gera eina pizza.
PrimaVera hevur fleiri sløg av pizza, og Dagunn og Mortan, sum bæði gera pizza, arbeiða støðugt við at hava eitt uppaftur størri úrval.
Spurdur, um tað er leingi at læra at gera pizza, sigur Mortan, at tað heldur hann ikki.
- Ert tú nærlagdur, tekur tað einar 3-4 dagar at seta seg inn í hetta arbeiði, sigur hann.
Á PrimaVera verður pizzabreyðið gjørt við eini maskinu.
- Hetta ger, at okkara pizza hava lítið feitt, minni enn vanligt. Skalt tú evna breyðið ella botnin til við hond, er neyðugt at brúka meira feitt, og tað vilja vit ikki hava, sigur Dagunn.
Hon vísir annars á, at tey gera meginpartin av tilfarinum burtur úr rávøru, sum tey evna og skera til sjálvi.
- Vit elta deiggið og gera breyðið. Oksakjøtið verður gjørt til burtur úr rávøruni, og vit skera piparfruktir, leyk og annað til sjálvi. Einasta, ið kemur sum konserves, er ananas, champignon og mais, sigur matstovueigarin.


Búffar

Gongst sum ætlað, fara tey á PrimaVera í næstum at gera og selja búffar, og her verður ætlandi talan um fleiri sløg av búffum.
Dagunn sigur, at hon so við og við hevur bygt matstovuna upp, og í hesum arbeiði er hon sera fegin um leiklutin og stuðulin hjá starvsfelagnum, Mortani, sum er ein ógvuliga skilagóður og nærlagdur drongur.
- Tá ið vit lótu upp síðsta vetur, var innandura ítrótturin ikki liðugur, og tí var nógv
at gera ta fyrstu tíðina. Síðan var virksemið eitt sindur slakari, men nú er líkt til, at fleiri og fleiri aftur vitja PrimaVera. Vit bíða nú eisini spent eftir, hvussu heystið og komandi vetur verður, sigur matstovueigarin, Dagunn Nolsøe Larsen.