Íslendska flogfelagið Primera Air kannar í løtuni møguleikan at taka kappingina upp við Atlantsflog um at flúgva millum Føroyar og Danmark.
– Eg havi onga aðra viðmerking enn, at samskifti er millum partarnar.
Tað er tað einasta, sum Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, fæst at siga um málið. Tað er tó greitt, at umboð fyri felagið hava verið í Føroyum, og sambært keldum hjá in.fo, so er felagið sinnað at skipa eina flogrutu millum Føroyar og Danmark.
Primera Air er eitt íslendskt charterflogfelag, sum varð stovnað 2003 við navninum JetX. Tað er Primera Travel Group, sum eigur felagið – og sum eisini eigur felagið Bravo Tours.
Flogfelagið hevur sítt høvuðssæti í Íslandi, haðani felagið verður stýrt. Flogførini eru fyri tað mesta stationerað í útlondum, fyri tað mesta í Skandinavia, haðani tey flúgva ferðafólk á charterferðir og røkja aðrar fyrifallandi uppgávur.
Umframt Ísland, so hevur Primera Air eisini eina deild í danmark, sum tó er eitt sjálvstøðugt felag, nevnt Primera Air Scandinavia.
Primera Air flýgur við Boeing flogførum. Tey hava seks 737-800 og tvey 737-700 flogfør.
Heimasíðan hjá Primera Air sæst VIÐ AT TRÝSTA HER