Eitt stjørnuskot er, sum tey í loftmiðlunum kalla Primetime. Øll heitini, tey brúka í loftmiðlunum, eru sjálvandi ensk. Tað er smartari, fínari, tignarligari kanska eisini og trendy harafturat.
Fleiri ensk orð, tú klárar at kroysta inn í ein setning, betri fakfólk ert tú.
Meira kanst tú snakka uppií, vera við.
Og fjølmiðlafólk yvirhøvur eru heldur ikki so stinn í føroyskum. Hava ongantíð lært føroyskt. Hava bara havt føroyskt í tíggju-ellivu skúlaár.
Aftur til hatta Primetime. Primetime er tann tímin í samdøgrinum, tá loftmiðlarnir halda, og tað, sum teir halda, er altíð rætt, at flestu fólk lurta ella hyggja.
Kanningar eru eisini gjørdar, sum neyvt siga, nær flestir lurtarar og/ella hyggjarar mf/kf eru.
Eg minnist ikki beint nú, júst nær Primetime er, og tími heldur ikki at spyrja nakran um tað, ella at fara at leita eftir kanningum ella phdritgerðum um tað.
Tí eg eri samdur við tey, sum siga, at hatta við Primetime er tvætl, eitt heimagjørt ástøði, fjart frá veruleikanum sum øll onnur ástøði.
Tey, sum eg eri samdur við, siga, at er ein sending góð, veruliga góð, so góð, at hon er verd at hoyra ella síggja, so lurta fólk ella hyggja, sama, nær hon verður send. Um hon verður slongd út í luftina um morgunin, seinnapartin, um kvøldið ella um náttina, fólk lurta ella hyggja.
Tí er Primetime alt samdøgrið. Primetime er beint nú. Vit eru On air, tú og eg.
Og annars, líkasum fyri at turrsalta sárið, síðani internetið kom, er Primetime 48 tímar um samdøgrið, minst.
So hóast hesir eyðmjúku teigar ikki eru á forsíðuni, eru teir Primetime í Sosialinum.
Aftur til fornøldina. Eg minnist, tá eg sum blaðungur óviti fyri hálvari øld síðani eitt summarið arbeiddi á einum bóndagarði í Íslandi. Íslendska útvarpið sendi tá eina framhaldssøgu, eina íslendska krimisøgu, “Allt í lagi í Reykjavík” kallaðist hon. Tá vóru ikki nógvar íslendskar krimisøgur, kanska var hendan tann fyrsta.
Hon varð ikki lisin í Primetime, verri enn so. Hon varð lisin klokkan trý seinnapartin, mitt í arbeiðstíðini. Men hon var so spennandi, at vit ungu húskallar høvdu funnið okkum ein burturgoymdan krók í hoygghúsinum. Har settu vit okkum við einum lítlum lurti hvønn dag, søgan varð lisin. Og vónaðu, at bóndin ikki júst tá fór at vita, um vit gjørdu nakað til nyttu.
Hví skriva um Primetime uttan fyri Primetime. Jú, eg komi altíð at hugsa um Primetime, tá eg síggi og hoyri árligu sendingarnar um føroyska ferðavinnu.
Har verður, sum vanligt er í Føroyum, nógv snakkað og lítið gjørt.
Nýggj glansbíløt hvørt ár, nýggj herróp, og Ferðaráðið ferðast.
Hví so ferðavinnan og Primetime? Jú, tí eru Føroyar eitt so spennandi land hjá útlendingum at ferðast til og í, so koma tey, sama hvussu nógvar glitrandi myndir í húsvagnastødd tey síggja, ella hvussu ofta tey hoyra Eivør.
Eru Føroyar eitt spennandi ferðaland, so koma ferðafólkini sjálvboðin.
Men kortini er tað ein vanlukka, sum er nógv verri enn demografiskt kvinnuhall, at Ferðaráðið missir 100.000 kr. av sínum 14 milliónum í fíggjarlógini næsta ár.
Vit noyðast at hava ráð til at fáa útlendingar til Føroya at venda.
Vit hava jú ikki ráð til at fáa føroyingar til Føroya at vera.
Føroyar eru Unbearable. Tí rýma fólk, eisini ferðafólkini, tá tey hava verið her í eina viku max.
So farvæl Føroyar. Halló Míttland á Amager, bygt á sandi. Afterparty í Sumpen.
Deiligt við orðum, sum eru eins í eintali og fleirtali.
Og so til fótbóltin: vit ætlaðu okkum at fáa stig í hesi undankappingini. Og vit fingu stig.