Prince 60 ár

Linda Andrews er við til at minnast Prince á runda degnum.

Í dag hevði tónleikarin Prince fylt 60 ár, um hann var á lívið. Hann var føddur 7. Juni í 1958.

 

 

Men Prince andaðist í 21. Apríl í 2016. Hann gjørdist 57 ára gamal.

 

 

Av mongum verður hann mettur sum eitt flogvit innan tónleik, og hann vann hópin av heiðurslønum, eftir at hann á ungum árum gav fyrstu útgávu sína út í 1978.

 

 

Mong minnast óivað Prince í dag, og eittnú er í Keypmannahavn eitt tiltak á Islands Brygge til minnis um Prince. Millum teirra, sum fer á pall millum mong onnur, er føroyska Linda Andrews.