Prinsessan verður einslig

Kate Middleton, sum fríggjadagin skal giftast bretska Williami prinsi, skal gjalda ein høgan prís fyri at verða prinsessa, halda kongaligir serfrøðingar Í Bretlandi verður nógv gjørt burtur úr kongaliga brúdleypinum, sum verður fríggjaddagin. William prinsur skal giftast við Kate Middleton.

Kongaligir serfrøðingar í Bretlandi rokna við, at Kate kann blíva ein sera væl umtókt prinsessa. Hon kemur úr einum lítlum bý, er uppvaksin í eini miðalklassafamilju og hevur tvey systkin.

Men Kate skal eisini gjalda ein høgan prís fyri at liva sum prinsessa. Hon fer at verða einslig og kann bert hava heilt fáar vinir, sum hon kann líta á.

- Hon fer inn í ein heim, har hon ikki kann líta á fólk, tí øll kunnu finna upp á at selja søgur um hana, sigur Jennie Bond, serfrøðingur í bretska kongshúsinum.

Roknað verður við, at Kate fer at hava systur sín tætt at sær.

Kate verður eisini støðugt samanlíkna við Diana prinsessu, sum var populerasti persónur í bretska kongshúsinum í síni tíð.