Prísurin á streymi lækkar ikki

Lægri oljuprísur økir umyvirskotið hjá SEV fyri 30 milliónum, men tað verða ikki brúkararnir, sum í fyrsta lagi fara at merkja tað

 

SEV roknar við at brúka á leið 30.000 tons av tungolju um árið. Tá SEV legði fíggjaræltan fyri 2015 væntaðu teir ein prís upp á 495 dollar ella umleið 3700 kr. fyri tonsið av tungolju. Altso eini útreiðslu í 2015 upp á góðar 100 milliónir krónur fyri tey 30.000 tonsini.


Nú er oljuprísurin lækkaður so nógv, at SEV væntar at spara einar 20-30 milliónir krónur næsta ár samanborið við fíggjaræltanina. Afturat lága oljuprísinum kemur, at nýggju vindmyllurnar síggjast væl aftur í samlaðu oljunýtsluni. Stjórin á SEV metir, at vindmyllurnar spara eini 10.000 tons av olju næsta ár.

Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, sigur, at í fyrsta lagi sæst tað aftur hjá SEV við, at yvirskotið næsta ár hækkar við teimum 20-30 millióninum. Eftir fíggjaræltanini væntaði SEV eitt yvirskot upp á 37 milliónir krónur, men nýggjastu tølini vísa, at yvirskotið verður 50 milliónir krónur ella meiri.

- Ongar ætlanir eru um at lækka streymprísin, sjálvt um SEV sparir hesar milliónirnar, nú oljuprísurin er fallin, sigur Hákun Djurhuus við bæðið VINNAN, ið var í Sosialinum í gjárkvøldið.

 

- Vit hava stórar íløguætlanir fyri framman, so sparingarnar í oljuútreiðslunum næsta ár bøta bara um møguleikarnar fyri eginfígging, tá vit skulu út at læna pengar til íløgurnar, sigur Hákun Djurhuus.

Les meira í Sosialinum, sum kom út í gjárkvøldið.