Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið at áseta nýggjan prís fyri byggibúgvin og ikki byggibúgvin grundstykkir.
- Hóast Sunda kommuna hevur havt tøk grundstykkir, so hevur seinastu árini verið torført at selt grundstykkini.
Í Sunda kommunu siga tey seg vilja gera sítt til at fáa borgarar til økið, og at framtíðartryggja møguleikan hjá ungu borgarunum í kommununi at seta føtur undir egið borð.
Býráðið samtykti tí eftir tilmæli frá umsitingini at lækka prísin á grundstykkjum í kommununi munandi.
Nýggju prísirnir síggjast á yvirliti á heimasíðuni hjá kommununi - www.sunda.fo
- Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo hin 5. januar 2026 klokkan 15, verður lagt aftrat.











