Konseptbilurin, ið hevur lithium-ion batteríir, kann løðast upp við eini vanligari stikk-kontakt og kann koyra eitt strekki upp á 20 km út í eitt sum elbilur. Samlaða CO2 útlátið kemur heilt niður á 60 gram pr. kilometur.
Í fyrstu atløgu verður ætlanin at royndarkoyra 500 Prius plug-in-hybridbilar í Japan, USA og í Europa.