- Privat reiðarí eru sinnað at byggja og reka eitt nýtt Havrannsóknarskip fyri landið.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann staðfestir samstundis, at skulu vit gera okkum vónir um at útvega nýtt havrannsóknarskip í næstu framtíð, er hetta einasti møguleiki.
Hann sigur, at politiskur vilji er ikki til at seta pengar av á fíggjarlógini til endamálið hesi næstu árini og tí er privat fígging einasti møguleiki.
Og útlitini fyri tí eru góð, tí landsstýrismaðurin sigur, at nøkur privat reiðarí og fíggingarstovnar, hava sett seg í samband við Fiskimálaráðharri og bjóðað sær til at byggja, fíggja og reka nýtt Havrannsóknarskip.
Hann vil ikki siga, hvørji feløg, talan er um.
Kannar møguleikan
Landsstýrismaðurin hevur umrøtt málið á landsstýrisfundi og nú fer hann at lýsa málið betri.
Í hesum sambandi fer hann at snikka eina ætlan til, har privat feløg byggja, fíggja og kanska reka skipið.
Síðani skal landið gera eina langtíðaravtalu við hetta privata felagið um at leiga skipið.
Tað merkir, at landið sleppur at brúka skipið eftir einum langtíðarsáttmáli og so tá ið eitt ávíst áramál er farið, keypir landið skipið.
Í hesum sambandi skulu nógv viðurskifti kannast, eitt nú, hvat leiguprísurin verður, hvussu stórt avkast, privata felagið hevur og, hvussu stórar útreiðslurnar av tí vera afturímóti at landið byggir skipið sjálvt.
Í hesum sambandi skulu fyrimunir og vansar eisini lýsast av at byggja ein skip, sum bæði kann brúkast til havrannóknir og til vaktarskip.
Samstundis skal spurningurin eisini kannast um tað ber til at geva tí privata felagnum møguleika at brúka skipið, tá ið tað almenna ikki brúkar tað og, hvørja ávirkan tað fær á prísin, tað almenna skal rinda fyri prísin.
Væl kent
Jacob Vestergaard sigur, at slíkt partalag ímillum alment og privat er vælkent, bæði uttanlands og í Føroyum.
Hann vísir á, at landið og Atlantsflog hava avtalu um eina tyrlutænastu í sambandi við leiting og bjarging og annað.
Jacob Vestergaard sigur, at verður hesin framferðarháttur brúkt, ber til at fara undir at byggja nýtt havrannsóknarskip næsta ár.
Men til eitt nýtt havrannsóknarskip er liðugt, er neyðugt at halda Magnus Heinason í sigling.
- Tað mugu vit so finna útav, tí eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt havrannsóknarskip, sigur landsstýrismaðurin