Alt loysir seg nokk til endans. Soleiðis verður mangan tikið til. Og soleiðis kundi ein eisini sagt um stóra rokið, ið hevur verið rundan um almenna peningin, sum Demokratia valdi at geva stóra kvinnudagstiltakinum hjá blaðnum Kvinna. Tí í dag váttar Lena Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, at ein privat fyritøka hevur latið allar tær 45.000 krónurnar, ið Kvinna valdi at geva Demokratia aftur, til stóra kvinnudagshaldið hjá blaðnum. Lena vil ikki út við, hvør tann privata fyritøkan er, men sigur, at fyritøkan av sínum eintingum helt nevndarfund um evnið, og hevur sjálv valt at koma við pengunum.
Atgongumerkjasøla gongur væl
Hóast rok eisini hevur verið um, at prísurin á atgongumerkjum er alt ov høgur, so hevur atgongumerkjasølan til tiltakið bara gingið heilt væl. Umframt ymsar kvinnur, so verða eisini nakrir menn og fyritøkur at síggja á tiltakinum.
-Hetta er jú ein kvinnudagur, so vit væntaðu fyrst og fremst, at tað fóru at verða kvinnur, ið keyptu atgongumerkini. Og soleiðis hevur tað eisini verið. Harumframt eru vit glað fyri, at eisini nakrir menn hava keypt sær eitt atgongumerki. Eisini finnast tað fyritøkur, ið hava bjóða teirra starvsfólkið við á tiltakið, sigur Lena Mohr.
Tey, ið enn ikki hava ognað sær atgongumerki, kunnu keypa tey á www.kvinna.fo ella í Telebúðunum kring landið.