Áskoðararnir, sum høvdu leitað sær til Gøtu leygarkvøldið, kundu vænta sær ein rættiligan forsmakk av komandi Prix umfarið, tí ikki minni enn triðingurin av bólkunum, sum vera við í triðja innleiðandi umfarið fóru á pall í Losjuni í Gøtu.
Losjan í Gøtu er ikki so rúmlig, so skjótt fyltist. Heilt fitt av fólkið hevði leitað sær til Gøtu hetta kvøldið, og veðrið var av tí besta.
Vegna tekniskar trupulleikar var konsertin eitt sindur seinkað, men hetta forðaði ikki fyrsat bólkinum, Mary´s Baby, at leggja í vaðið um hálvgum ellivu tíðina.
Mary´s Baby verður við í triðja innleiðandi umfari til Prix Føroyar komandi leygarkvøld. Bólkurin legði út við einum instrumentalum lagi. Tónleikarnar kenna vit aftur frá bólkinum Marygold, sum var við í Prix Føroyum, fyri tveimum árum síðani. Nýggju andlitini í bólkinum er keyboardspælarin og sangarindan. Báðar konufólk, og er hetta nakað heilt serligt í Prix høpi.
Mary´s Baby spældi ein blanding av Cranberries-Kent tónleiki. Sangarindan, Olivia Mikkelsen, minti ikki sørt um forsangarinduna í írska bólkinum The Cranberries, Deloris O?Riordan. Bólkurin var væl samanspældur, og bæði sást og hoyrdist tað, at tónleikararnir hava spælt saman í eina góða tíð nú.
Tað einasta, sum kanska var til at fílast á er, at harða gittarljóðið ofta hevði hug til at doyva vøkru forsangararøddina, og kundi tað til tíðir tykjast ikki sørt ørkymlandi.
Mind´s Eye rokkaði
Annar bólkurin á palli hetta kvøldið var ungu eysturoyar bólkurin, Bracket. Teir spæla harðan andaligan tónleik. Sangari í bólkinum er Andrias Højgaard, sum gjørdist nummar tvey til ársins songrødd í 2001. Gittarleikaran kenna vit millum annað eisini frá I Am, og er hann Arni Zachariassen. Eisini Bracket verður við í triðja innleiðandi umfari í Fuglafirði leygardagin.
Bracket megnaðu ikki eins væl og Mary´s Baby sína uppgávu. Røddin sveik sangaran av og á, eins og ljóðið viðhvørt kundi tykjast eitt sindur ov hart.
Gittarleikarin megnaði tó at fullføra sína uppgávu til fulnar. Allir sangirnir høvdu langar gittarsolo´ir, har Arni veruliga slapp at royna seg, og prógvaði hann, at gávurnar eru uppá pláss.
Seinasti bólkurin á pallinum hetta kvøldið fær besta ummæli. Mind´s Eye, sum tók øll á bóli í øðrum umfari av Prix Føroyum, var komin úr Klaksvík fyri at spæla.
Tað fyrsta bólkurin gjørdi var at fáa øll at reisa seg upp, so eitt sindur av lívi kundi koma í Losjuna. Og tóku áskoðararnir eisini væl undir við bólkinum, tí salurin kókaði so skjótt bólkurin fór í gongd.
Vælsamanspældir og ongir feilireyðmerktu klaksvíksbólkin. Stílurin, sum er yvir í Korn-Linkin Park, fall áhoyrarunum væl í oyrað, og ta einu løtuna var ikki nógv annað at síggja enn hár, sum varð rist upp og niður at síggja.
Mind´s Eye var bólkurin, sum kom best frá síni uppgávu hetta kvøldið. Onkur vildi vera við, at tónleikurin teir spældu, er framtíðin í føroyskum tónleiki. Men staðfestast kann í øllum førum, at Mind´s Eye hevur fingið eitt væl uppiborið pláss í hálvfinaluni í Prix Føroyum. Hvat teir tá hava at bjóða, er bara at bíða eftir.