Í kvøld verður seinasta innleiðandi umfar í Prix Føroyar kappingini. Í kvøld verður sungið og spælt í Klaksvík um tvey tey seinastu finaluplássini.
9 bólkar luttaka í kappingini í Klaksvík. Teir eru Internal Healing, Tangz, Legacy, I´am, Taxi, Happy, Dynamit, 69 og Stinkfist.
Tiltakið byrjar kl. 20.00 í Kí Høllini.
Finalan verður 10. apríl í Norðurlandahúsinum. Tey, sum eru komin víðari til finaluna eru Kjølar, Flux, Diatribes, Visible Fish, Clickhaze og MC-Hár. Tvey pláss eru so eftir og verða tað tveir av luttakarunum úr Klaksvík, ið fylla hesi plássini.