info
Ongi úrslit

– Vit undrast á hesa sokallaðu kravgonguna um fosturtøku

– Kvinnur í Føroyum hava longu kropsligt sjálvræði, og frí fosturtøka stríðir beint ímóti kropsligum sjálvræði yvirhøvur, sigur forkvinnan í Føroya Pro Vita, Rebekka Fuglø Poulsen.

Pætur Hjalmar Evensson
12. juli 2024 kl. 12:15

Í dag verður skipað fyri kravgongu, har kravt verður, at politiska skipanin dagførir fosturtøkulóggávuna. Stigtakararnir vilja hava politisku skipanina at tryggja rættin hjá kvinnum at »avgera um egið lív, kropp og nøring«, sum stigtakararnir siga.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt tiltak verður fyriskipað um fosturtøku. Tann 14. apríl í ár skipaði Føroya Pro Vita saman við øðrum fyri tiltakinum »Standa fyri lívi«, sum handlaði um at vísa sín stuðul til ófødda barnið. At verja ófødda barnið er høvuðsmálið hjá felagsskapinum Føroya Pro Vita, og tí eru tey ímóti fosturtøku og stuðla harvið ikki hesum tiltakinum, sum verður fríggjadagin.

Rebekka Fuglø Poulsen er forkvinna í Føroya Pro Vita, og hon sigur soleiðis í samrøðu við Sosialin:

– Eini 2000-3000 fólk møttu upp til okkara tiltak í apríl og vístu sín stuðul til ta ófødda barnið. Nú verður sokallað kravgonga um kropsligt sjálvræði hjá kvinnum, sum skal tryggja teimum rættin at fáa fosturtøku. Vit mugu skilja, at barnið og kvinnan hava júst sama virði, sigur hon, spurd hvat Føroya Pro Vita heldur um hesa kravgongu.

– Tað er í lagi at brúka sína demokratisku ávirkan á ymiskan hátt, men kvinnur í Føroyum hava longu kropsligt sjálvræði, so tí undrist eg á eina kravgongu um júst hetta. 

Les samrøðu við stigtakararnar av kravgonguni her.

Les longri samrøðu við forkvinnuna í Føroya Pro Vita í Sosialinum, sum er komin út í sølubúðirnar. Eisini práta vit við stigtakararnar av kravgonguni, sum verður í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

5 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12. oktober kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fjós fikið á hús á Skála – stórur skaði

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

Helsingforsavtalan og norðurlendska samstarvið mugu rúma okkum øllum

8 minuttir síðan
Tíðindi

Handverkara­fel­øg­ini vrak­aðu semings­uppskotið

22 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Koyr saman til fótbóltskappingar

49 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Dysturin Neistin-Stjørnan er avlýstur

1 tími síðan
Tíðindi

14 filmsverk­ætlanir fingið stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ferðsla í miðbýnum í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks ukrainar dripnir í Lutsk

2 tímar síðan
Tíðindi

Í framtíðini skulu tey í ar­beiðs­meg­ini for­syrgja fleiri

4 tímar síðan
Tíðindi

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Krabbamein og heilsa í Varpinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Harðar spreingingar eru aftur í Saudi Arabia

6 tímar síðan