Problemið í Føroyum er, at Jørgen ikki bestemmar einsamallur

Tað almenna hevur aftur undirskot næsta ár. Men hvussu hevði sæð út um maðurin sum gav vallyfti fyri eina milliard hevði alt valdið?

Sjúrður Skaale

 

"Vissi eg bestemmaði einsamallur, so hevði eg klárað tað”.

 

So kontantur var Jørgen Niclasen, tá hann hóskvøldið í sjónvarpinum bleiv spurdur hví vit ikki hava yvirskot á fíggjarlógina næsta ár, soleiðis sum Búskaparráðið mælir til.

 

At Búskaparráðið mælir til hetta, er ikki løgið. Búskapurin er reyðgløðandi, og hvør einasta hond er til arbeiðis. Klára vit ikki at fáa yvirskot í hesum tíðum, klára vit tað aldrin.

 

Ráðið mælir til eitt yvirskot uppá 150 mió. Jørgen leverar eitt undirskot uppá 100 mió.

 

Men problemið er sambært Jørgeni hini í samgonguni. Tað er ilt at fáa tey at sýna fíggjarliga ábyrgd.

 

Men hvussu hevði Jørgen so gjørt, um hann ráddi einsamallur. Hevði hann til dømis tikið meira inn frá alivinnuni?

 

Nei, tað kundi hann ikki hava nakran meining um, segði hann, tí ein annar landsstýrismaður umsitur hetta økið.

 

Tað lata vit standa. Altso: Fíggjarmálaráðharrin hevur ongan meining um, hvussu nógv skal takast inn frá okkara - í útflutningsvirði - høvuðsvinnu.

 

Hinvegin hevði Jørgen ógvuliga greiða meining um, hvussu nógv skal takast inn frá fiskivinnuni - hóast hann sum kunnugt heldur ikki umsitur tað málsøkið. Og fiskvinnan - ja, hon rindar sambært Jørgeni ov nógv.

 

At heimaflotin ikki kann rinda nakað, er eyðsýnt. Men tann parturin av fiskivinnuni, sum situr við teimum mest lukrativu almennu loyvunum, ger ikki bara veldugar íløgur í sítt egna kapitalapparat. Hann uppkeypir eisini virkir, fyritøkur og bygningar á landi. Hann fer inn á sethúsamarknaðin. Hann fer eisini inn á leigumarknaðin og skal leiga hølir út til tað almenna.

 

Men tilfeingisgjaldið er ov høgt, sigur Jørgen. Tær stóru fyritøkurnar skulu hava størri rásarum og størri makt í samfelagnum.

 

Ráddi Jørgen einsamallur hevði hann altso fingið yvirskot í landshúsarhaldinum, samstundis sum hann hevði tikið minni inn í tilfeingisgjøldum. Og hann hevur einki seriøst boð uppá sparingar.

 

Tað ljóðar ikki sum nakað, ið hongur saman. Og tað ger tað heldur ikki.

 

 

 

Astronomiskt undirskot

 

Fólkaflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum seks av teimum farnu 10 árunum, og hevur havt undirskot hvørt ár. Hini fýra árini hevur verið yvirskot.

 

Næsta ár leverar Jørgen enn eitt undirskot. Í bestu tíðum. Fyri sjeyndu ferð av sjey møguligum.

 

Og tað passar ikki, at onnur hava skyldina. Tí hvat HEVÐI Jørgen gjørt, vissi hann ráddi einsamallur?

 

Well, vit kunnu hyggja at síðsta valstríði hjá Fólkaflokkinum. Har sigur mann vælsaktans tað, sum mann ætlar sær at gera, vissi mann sleppur at ráða einsamallur.

 

Og tað, sum Jørgen Niclasen og hansara flokkur lovaðu, var m.a. hetta:

 

Eingin miðal- ella lágløntur skuldi rinda meir enn 30% í skatti. (Prísur: ca 250 mió.)

 

At alt skrásetingargjald bilum skuldi strikast. (Prísur: ca 180 mió.)

 

Pensiónistur skuldu fáa 2000 kr. meir um mánaðin. (Prísur: ca 200 mió.)

 

Tilfeingisgjøldini skuldu úr 300 mió. niður um 100 mió. (Prísur: ca. 200 mió.)

 

MVG skuldi strikast av bæði hesum og hasum. Lærlingar skuldu ikki rinda skatt. Fleiri skuldu fáa studning. Og so víðari og so víðari.

 

Prísurin á lyftunum var millum 800 mió. og eina milliard árliga fyri almennu kassarnar.

 

Og kortini sigur Jørgen, at vissi hann hevði rátt einsamallur, so høvdu vit havt yvirskot.

 

Sannleikin er, at vissi hann hevði gjørt tað, sum hann lovaði áðrenn valið, so høvdu vit nú – í allar bestu tíðum – ikki bara havt undirskot, men eitt gigantiskt, astronomiskt undirskot.

 

 

 

Kyniskt spæl

 

Men Jørgen ætlaði aldrin at gera tað, sum hann lovaði áðrenn valið. Hann visti, at tað var bluff. Hann visti, at teir pensionistar, sum settu kross við lista A í vónini um at fáa 2000 krónur meir um mánaðin, blivu lumpaðir.

 

Hatta villa valstríðið var alt eitt kyniskt spæl, sum hevði eittans endamál: At fáa maktina, so fiskivinnunýskipanin kundi rullast aftur. Tað er ein erlig søk. Men lyftini, sum blivu givin, vóru ikki givin við støðið í veruligum ætlanum.

 

Jørgen og kompaní søgdu bara okkurt.

 

Og tá Jørgen nú sigur, at hann hevði havt yvirskot, vissi hann ráddi einsamallur, so sigur hann eisini bara okkurt.