PROCESSIN



Í seinastu viku var undirritaði ein av fleiri, sum við lesarabrøvum gjørdu vart við ræðandi kenslum, sum tóku seg upp, tá Dagur og Vika hevði samrøðu við ein ungan pápa at tveimum sjúkum smábørnum, sum, orsakað av landskassans gjaldføristrupulleikum, ikki kunnu fáa neyðuga serviðgerð á Ríkishospitalinum fyrr enn einaferð næsta ár, og tað hóast serviðgerð á Ríkishospitalinum v.m. er kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini, tí peningurin ætlaður til serviðgerð á nevnda sjúkrahúsi er í heildarveitingini, í blokkinum, sum landskassin fær úr ríkiskassanum. Hetta er sagt og skrivað fleiri ferðir, og enn hevur ongin afturvíst pástandin um, at sjúkraviðgerðir av føroyskum sjúklingum - patientum -, sum yvirlæknar á føroyskum sjúkrahúsum avgreiða til Ríkishospitalið v.m., eru ókeypis, og um rætt er atborið, eigur tað ikki at koma fyri, at avgerðir hjá yvirlæknum at geva sjúklingum serviðgerð á Ríkishospitalinum v.m., verða kolldømdar av einum landsstýrismanni. Og tá ið tað sum sagt er talan um útreiðslur, ið ríkiskassin sambært lóg eigur at rindar, er tað heilt burturvið, at lógin ikki verður umsitin við tí tryggleika og sjálvfylgju, sum sjúk og næstingar vanta og hava krav uppá.
Frá l. januar 1988 fór tað, sum serviðgerð á Ríkishospitalinum kostar, 100% í blokkin, og har hevur tað verið til denna dag. Og í fylgiskjølunum til avtaluna um blokkskipan millum ta donsku regeringina og landsstýrið er greitt tilskilað, at "endelig fastlæggelse (av játtanini til R-sjúkrahúsið HM) beror på opgørelse af udgifterne ved indlæggelse på Rigshospi-talet". Men sum so nógv annað er eisini tað sópað av borðinum: landsstýrið hevur nú um dagarnar fráboðað, at eingin regulering av tí, sum eftir er av blokkinum, skal fara fram í 4 ár.
Hesin tragikomiski sjónleikurin minnir okkum eldri og gomlu um rosinpillarin, sum hinumegin diskin (skivuna) servilt letur kundan vita, at kardúsið er uppi, og at tað verður tíverri ikki at fáa aftur fyrr enn í næsta mánað.
Tað er eingin uggi hjá foreldrunum at teimum báðu smábørnunum at vita, at tey ikki eru einsamøll í líðingini. Fólk, ið hava serviðgerð fyri neyðini, hava á opnari gøtu greitt frá, at tey hava fingið somu yvirlæknaboð: - tað er uppi, kom aftur næsta ár.
Er hesin niðurskurður i sjúkraviðgerð á Ríkishospitalinum, sum vit sambært lóg hava møguleika at fáa - og tað ókeypis - ein liður í processini, sum løgmaður og aðrir landsstýrismenn við jøvnum millumbili plaga at minna okkum á? Ein process, sum fer at gera tað meira liviligt í Føroyum eisini hjá sjúkum, avlamnum og gomlum?
Í heimskendu skaldsøguni Processin skrivar Franz Kafka um bureaukratiið, sum so við og við brýtur niður sjálvsvirðing og mótstøðumegi.
Hvussu nógvir sjúklingar og næstingar teirra mugu liva í slíkari ræðslu, er ikki gott at vita, men vit mugu sanna, at bert er bróðurleyst bak, og frændi er frændi verst.
Eingin ivi um, at nógv fólk takka Hilmar Jan Hansen fyri tað, sum hann skrivaði í bløðunum í seinastu viku.
Hetta neyðarrópið í tí tjúkku slavtokuni, sum í nøkur ár hevur ligið sogin á okkum, fer at hoyrast í føroyskum heimum, áðrenn tað fánar og líðandi tagnar. Hvin og grenj halda uppat.
Andans pávar, kulturmenskur, allir rættir føroyingar (í koti), krevja ljóð og ró at virka í frið og náðum, tí teir verða serkønir í heimaráðum hjá sjúkum og gomlum, høgum og lágum ??..
Processin fullførd; - serføroysk bureaukrat-mentan leingi livi.