Profil Rejser: Stórur vøkstur í Føroyum

Londini í Útnorðuri eru eftir øllum at døma eitt vakstrarøki hjá danskari ferðavinnu. Soleiðis roknar størsti danski fyriskiparin av frítíðarferðum, Profil Rejser, við at senda munandi fleiri fólk til útnorðurlondini komandi ár samanborið við í ár. Tað upplýsir Take Off, skrivar
www.sparikassin.fo
Profil Rejser hevur júst gjørt eina nýggja stóra ferðaskrá við 64 síðum, har Føroyar, Ísland og Grønland eru savnað saman, og vónirnar til ferðamálini eru góðar: 33 prosent fleiri ferðafólk til Føroya, átta prosent fleiri til Íslands, og 10 prosent fleiri ferðandi skulu sendast til Grønlands. Í ár sendi ferðavinnufyritøkan 1.000 fólk til Føroya, 1.000 til Íslands, og heili 3.000 ferðafólk vitjaðu Grønland gjøgnum Profil Rejser.
Danska ferðavinnufyritøkan marknaðarførir tey trý útnorðurlondini sum »Norður-atlantisk Ævintýr«, og nú verða útnorðurlondini fatað sum sonevnd »heilárs-ferðamál«, meðan tey higar-til hava verið »sesongferðamál«.
Í Føroyum bjóðar Profil ferðafólkum sínum uppihald á hotellum, summarhús-um, guesthouses, og eisini er tilboð um at koyra sjálvi kring oyggjarnar.
Nevnast skal, at norsku oyggjarnar, Svalbard, eru við í teimum norðuratlant-isku ævintýrunum hjá Profil Rejser. Hvørt ár ferðast umleið 80.000 fólk við fyritøkuni.
Kelda: heimasíðan hjá Føroya Sparikassa
www.sparikassin.fo