Herluf Sørensen hevur í dag lagt frá sær sum program-leiðari í Kringvarpi Føroya Ósemjurnar um leistin í Kringarpinum tykjast aftur hava kostað ein leiðarasess.
Hesa ferð hevur Herluf Sørensen sagt upp sum program-leiðari.
Við Dimmalætting sigur Herluf Sørensen, at hansara persónligu virði og tey hjá leiðsluni ikki sampakka nóg væl, og at hetta er orsøki til uppsøgnina.
Hann leggur tó afturat, at hóast hann gevst sum program-leiðari í Kringvarpinum, merkir hetta ikki, at hann fer úr stovninum. Ístaðin verður hann nú verkætlanarleiðari skrivar Dimmalætting.