Komandi hósdag, 7. juli, verður fyrsti teinur í árligu Team Rynkeby Føroyar-súkklingini. Ársins lið fer tá at súkkla sonevnda føroyska prologin, ella undanumfarið, úr Klaksvík til Havnar, men steðgað verður eisini á fleiri staðni á túrinum. Tá eru øll vælkomin at heilsa upp á súkklararnar og hjálparfólkini. Seinni um kvøldið fer ferðaliðið umborð á Norrönu, og frá leygardegnum 9. juli til leygardagin 16. juli verður súkklað í Evropa.
Hósdagin verður fyrsta almenna tiltakið í Klaksvík við Helnabrekku klokkan 11.00. Síðani súkklar liðið til Fuglafjarðar, har líknandi alment tiltak er við Mentanarhúsið klokkan 12.45. Klokkan 14.10 er súkkluliðið í Runavík og klokkan 15.50 við Margáir í Stremnesi. Klokkan 18 er almenningurin vælkomin at heilsa uppá á Reinsarínum í Havn. Øll støðini verða røður hilnar og ein drekkamunnur at fáa.
Í ár verður gjørligt hjá familju, vinum og áhugaðum at fylgja føroyska liðnum live á internetinum frá klokkan 8 til 17 teir dagarnar súkklað verður. Við at brúka leinki niðanfyri, sæst hvar liðið er statt júst tá. Beinleiðis stroymingin byrjar 9. juli klokkan 8.30. Tað er skipanin RedKnows, ið verður brúkt.
REDKNOWS TEAM REYNKEBY FØROYAR: http://www.team-rynkeby.fo/liveFO