Promenadukonsert á Boðanesi

Fyri at liva eitt gott lív krevst eisini nátturuvakurleiki og tónleikur, sálarlig heilsubót. Býráðið hevur skyldu til at verja tey grønu økini í Tórshavn sum vit tíðanbetur enn hava nøkur av.

Boðanes er frá skaparans hond eitt av teimum allarvakrastu, men hevur leingið verið eitt sindur forfjónað og forsømt. Benið av einum gomlum grótbroti stendur og gapar sum eitt ljótt, opið sár og lýtir tann vakra hamarin. Leivdirnar av grótbrotinum sløðast um alt økið. Vánaligur vegur og gøtur sum ikki hava verið hildnar viðlíka í nógv ár. Seyður og fenaður hevur bitið nógv av tí upprunaliga heiðuni. Gomul stik. Órudd. Samanumtikið er Boðanes ikki eitt í núverandi líki.

Tað eru stórir møgulleikar á Boðanesi. Fyrst skal økið ruddast og fáast aftur í upprunalíki. Harnæst eigur ein arkitektakapping at verða útskrivað fyri uppskot til at gera grótbrotið til eitt ?amfieteatur?, ein uttandura koncerthøll og leikhús. Eitt slíkt tiltak vil hava stóran týdning fyri mentunarlívið í Tórshavn og til gleði fyri ung og gomul.

Eg havi tosað við fleiri listarfólk um hetta og okkara frægi sangari Kári Av Reyni sigur at hann vil verða tann fyrsti sum fer at syngja har.


Johan Mortensen

Býráðsvalevni

fyri Tjóðveldisflokkin