Promilla umborð á Drelnesi

Sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, váttar, at onkur av manningini umborð á Drelnesi hevði promillu í blóðinum, tá ið skipið fór á land herfyri

Drelnes-málið

Sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, sigur, at enn hevur eingin sjófrágreiðing verið í Drelnes-málinum, men hann váttar, at biðið er um sjófrágreiðing.
- Tað eru ávísir partar í einum slíkum máli, sum kunnu biðja dómaran um sjófrágreiðing, og í hesum førinum havi eg skilt, at reiðaríið og tryggingarfelagið eru samd um at biðja um sjófrágreiðing.
Sýslumaðurin veit ikki at siga, nær sjófrágreiðingin verður, men tað verður so í nærmastu framtíð.
- Verður sjófrágreiðingin her suðuri, setir dómaraskrivstovan seg í samband við okkum, men tað kann eisini verða, at frágreiðingin verður givin í Havn.

"Separat" mál
Sommer Joensen sigur, at arbeiðið, sum løgreglan ger, tá ið slíkt hendir, sum so einki hevur við sjálva sjófrágreiðingina at gera, men tað tilfar, sum løgreglan hevur í málinum, verður lagt við málinum.
- Vit gera okkara kanningar, men tað, sum vit gera og tað, sum sjórætturin kann gera, koyrir "separat", sum sýslumaðurin tekur til.
Hann vísir á, at tað í seinasta enda er Skipaeftirlitið sum avger, um reglur eru brotnar, og um nakar skal ábyrgdast eftir sjólógini. Er løgreglufrágreiðing í málinum, verður hon sum nevnt løgd við.
- Tað henda nógvir smærri og størri skaðar í skipavinnuni millum ár og dag. Tað er ymiskt, hvussu hesi málini verða avgreidd, og tað eru eisini mál, sum verða avgreidd – uttan, at biðið verður um sjófrágreiðing, sigur sýslumaðurin.

Promilla
Sommer Joensen váttar yvirfyri Sosialinum, at blóðroyndir, sum løgreglan syrgdi fyri vórðu tiknar, eftir at Drelnes var farin á land, vísa, at onkur av manningini hevði promillu í blóðinum.
Sýslumaðurin vil tó ikki siga meira um ítøkiliga málið, men leggur aftrat, at royndirnar vísa, at grundarlag er fyri víðari kanningum av hesum málinum.