Fyri eini løtu síðani royndi ein treylari, sum var ov høgur, at koyra ígjøgnum Kaldbakstunnilin.
Avleiðingin var, at ein hæddarmátari varð skræddur undan loftinum.
Ongin mannskaði hendi, men røðin av bilum er nakað long, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at proppur kom í ferðsluna, men tey hava sent fólk á staðið, art fáa ferðsluna á glið aftur – og tað verður ikki so leingi, siga tey á løgreglustøðini.