Í døgunum 12. og 13. februar skipar Krabbameinsfelagið fyri undirvísing og kunnandi tiltaki um, tá krabbamein ávirkar seksualitetin. Bæði sjúka og viðgerð kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka seksualitetin.
- Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgera seksuellar trupulleikar í samband við sjúku og viðgerð, og hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?
Hetta eru spurningar, sum tær báðar, Anette Højer Mikkelsen, serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, cand.cur. og Birgitte Schantz Laursen, serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og lektor, fara at undirvísa í og ráðgeva um.
Báðar starvast á Sexologisk Center á Aalborg Universitetshospital.
Kunnandi tiltak um seksualitet og prostatakrabba verður á Hotel Føroyum hóskvøldið 12. februar frá klokkan 19-21.30. Tiltakið er fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.
Heitið á tiltakinum er: Seksulogisk ráðgeving, tá seksualiteturin verður ávrikaður av sjúku og viðgerð. Likamligar og sálarligar trupulleikar, sum standast av viðgerð fyri prostatakrabba, og um hvørjir møguleikar eru fyri at fáa hjálp.
Krabbameinsfelagið sigur, at tær báðar koma tær inn á evni sum inkontinens (ringt við at halda uppá vatnið), venjingar av kokubotni og hjálpitól.
Lagt verður aftrat, at tiltakið um seksualitet og prostatakrabba eisini verður í Vági fríggjakvøldið 13. februar frá klokkan 18-20, og í Vági verður tiltakið á Fjarlestrardeplinum.
Á myndini eru Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen.