Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í øðrum triðingi av ársins fótbóltskapping.
EB/Streymur hevur í 10. umfari vitjan av B36. Tá hesi liðini hittust í Gundadali fyri tveimum vikum síðani, vann B36 4-1.
Tá skoraði Michal Przybylski hjá B36 tvey mál. Í kvøld er hann á beinkinum, m. a. saman við Stefan Radosavljevic, sum legði upp til fyrra málið, ið Przybylski skoraði fyri tveimum vikum síðani.
Tveir aðrir spælarar, sum vóru við fyri tveimum vikum síðani, eru eisini á beinkinum. Teir eru Ragnar Samuelsen, sum er skaddur, og Erendur Magnusson, sum í kvøld er á B36 beinkinum. Nýggir á B36 liðnum, sammett við fyri tveimum vikum síðani, eru Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard, Magnus Holm Jacobsen og Brian Jakobsen.
Tvær broytingar eru á liðnum hjá EB/Streymi sammett við fyri tveimum vikum síðani. Magnus Jarnskor er á beinkinum, og Petur Zachariasen er skaddir. Teir vóru báðir millum teir fyrstu ellivu fyri tveimum vikum síðani. Í teirra stað eru Andras Ó. Olsen og Gestur B. Dam.
Beinleiðis frásøgn
https://www.dystir.fo/Infomatchdetails.html
EB/Streymur – B36 kl. 19.00
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsesn – Gutti Dahl-Olsen, Fannhard Skoradal, Rói H. Olsen, Símun Sólheim – Niklas T. Kruse, Gestur B. Dam
Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Hjalti K. Djurhuus, Magnus Jarnskor, Magnus Heinason, Arnbjørn Hansen, Teitur D. Olsen og Høgni Hummeland
B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel, Brian Jakobsen
Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, Stefan Radosavjlevic, Erlendur Magnusson, Mattias W. Joensen, Andreas Thomsen, Michal Przybylski, Martin Agnarsson