PSG má klára seg uttan Neymar

Champions League: PSG skal vinna á Bayern Munchen fyri at koma víðari, men tað verður uttan Neymar

Í kvøld verða aftur tvær seinnu 1/8 finalur í Champions League. Paris Saint Germain, sum er uttan skadda Neymar, skal venda einum 1-0 tapi á heimavølli móti týska risanum Bayern Munchen. Tottenham fær vitjan av AC Milan, sum vann fyrra dystin á San Siro 1-0.

 

Bayern Munchen (1) - (0) Paris Saint Germain (20.00)

 

Stóra uppgerðin í 1/8 finalunum er millum tveir av favorittunum. Bayern er kanska favorittur at vinna kappingina, meðan PSG enn leitar eftir fyrsta Champions League steypinum. Fyrra uppgerðin gav tekin um, at Bayern Munchen hevur takið á Lionel Messi, Kylian Mbappé og hinum úr París.

 

Heimaliðið er uttan Lucas Hernandez, Manuel Neuer og Noussair Mazraoui, sum er langtíðarskaddir, og Benjamin Pavard, ið hevur leikbann. Hinvegin er Sadio Mané tøkur aftur. Bayern spælir væntandi í 3-4-2-1 í kvøld.

 

Gestirnir úr París skulu klára seg uttan Neymar, sum ikki væntast at spæla aftur hetta kappingarárið. Sjálvt um Neymar er ein frálíkur einstaklingur, so eru tað tey, sum halda at PSG hevur gott av at fáa ein verjukenda spælara inn afturat.

 

PSG letur í løtuni nógv mál inn og tað er tað ikki ráð til í kvøld, um PSG framhaldandi skal halda lív í vónini um at vinna Champions League.

 

Bayern: Sommer; Stanišić, Upamecano, De Ligt; Coman, Kimmich, Goretzka, Davies; Müller, Musiala; Choupo-Moting

 

Leikbann: Pavard

 

Gult kort frá leikbanni: Kimmich, Mazraoui

 

PSG: Donnarumma; Ramos, Marquinhos, Danilo; Hakimi, Ruiz, Verratti, Vitinha, Nuno Mendes; Messi, Mbappé

 

Gult kort frá leikbanni: Neymar, Ramos, Verratti

 

Tottenham (0) – (1) AC Milan (20.00)

 

Eitt mál frá Brahim Díaz er munurin millum Tottenham og AC Milan undan returuppgerðini, sum verður í London í kvøld. Venjarin hjá Tottenham, Antonio Conté, verður aftur á síðuinjuni, eftir at hava verið undir skurð.

 

Heimaliðið er enn uttan málverjan, Hugo Lloris, Ryan Sessegnon, Yves Bissouma og Rodrigo Bentancur, sum allir eru skaddir, meðan danski stríðsmaðurin á miðjuni, Pierre-Emile Højbjerg, er tøkur eftir leikbann. AC Milan hevur fingið góð boð, tí stjørnuspælarin Rafael Leão, er aftur eftir skaða.  

 

Tottenham: Forster; Romero, Lenglet, Davies; Emerson, Skipp, Højbjerg, Perišić; Kulusevski, Kane, Son

 

Gult kort frá leikbanni: Bentancur, Lenglet, Romero

 

AC Milan: Maignan; Kalulu, Thiaw, Tomori; Saelemaekers, Tonali, Krunić, Hernández; Brahim Díaz, Giroud, Rafael Leão

 

Gult kort frá leikbanni: Ballo, Krunić, Tomori, Tonali