PSG skal hava nýggjan venjara

Maðurin, ið var so sera kendur fyri at mussa sín skallutta landsliðsfelaga á skallan, er ikki venjari hjá PSG longur.

Seinastu trý árini hevur fyrrverandi Manchester United-miðverjin, Laurent Blanc, verið venjari hjá høvuðsstaðarfelagnum í París, Paris Saint-Germain. Tað hevur gingið upp á stás, tí at øll hesi árini hevur PSG staðið sum meistari við kappingarársenda. 

 

Kortini heldur Laurent Blanc ikki fram sum venjari hjá PSG. Heimasíðan hjá felagnum úr París skrivar, at partarnir báðir eru blivnir samdir um at enda samstarvið, hóast tvey ár vóru eftir av sáttmálanum hjá Blanc.

 

Í sínum trimum árum megnaði Blanc at vinna heili 11 steyp til felagið, men hetta hevur opinberiliga ikki verið nokk. Serliga hava ríku oljueigararnir hjá PSG at koma at standa á ovastu trónini í evropeiskum felagsfótbólti, men ongantíð hevur tað eydnast at koma longri í Champions League enn til fjórðingsfinaluna.

 

Laurent Blanc er í dag 50 ára gamal. Hann var við á franska landsliðnum í 1998, sum var vertstjóð fyri HM-kappingini tað árið - júst sum Frakland er vertstjóð fyri EM-endaspælinum í ár. Hann gjørdist eyka kendur fyri tær mongu ferðirnar, har hann kysti franska málmannin, Fabien Barthez, á hansara skalluta skalla. Nakrar av teimum romantisku løtunum ímillum Blanc og Barthez kunnu síggjast HER