Eins og í fjør, tá fleiri lið sera óvæntað spældu seg í hálvfinaluna, eru fleiri lið, ið serfrøðingarnir ikki væntaðu at síggja so seint í kappingini.
Eitt av hesum er PSV Eindhoven úr Hollandi, ið nú skal møta AC Milan í hálvfinaluni í Champions League.
Mikukvøldið basti PSV franska meistaraliðnum Lyon. Fyrri dysturin endaði 1-1, og tað gjørdi tann seinni eisini. Tí mátti dysturin avgerast við brotsspørkum, og her vóru PSV-leikararnir kaldari í avgerandi løtuni og tryggjaðu PSV sæti í Champions League hálvfinaluni fyri fyrstu ferð, síðan kappingin skifti navn. Seinast PSV kom so langt í evropeisku meistarakappingini var í 1988, tá liðið eisini vann steypið við teimum stóru oyrunum.
Tað byrjaði annars sera væl hjá Lyon, ið legði seg framum eftir bert tíggju minuttir. Tað var Sylvain Wiltord, ið kom at standa væl fyri, tá verjan hjá PSV ikki fekk beint bóltin burtur av vandaleið. Wiltord var kaldur og setti bóltin í netið. Undan dystinum var greitt, at Lyon skuldi fram at skora minst eitt mál, og tað eydnaðist longu eftir tíggju minuttir.
PSV fekk útjavnandi málið fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá verjuleikarin Alex stóð á rætta staðnum eftir innlegg frá van Bommel.
PSV var nærri við at skora í longdu leiktíðini, og serliga van Bommel var óheppin, tá eitt fríspark fór dygst framvið samankomingini.
Í brotssparkskappingini bjargaði málverjin hjá PSV tveimum skotum, og tað legði lunnar undir sigurin hjá PSV Eindhoven.