Psykiatriin um aldarmótið

Í samband við Altjóða handicap dagin, í dag, 3. desember 1999, vilja vit, deildarsjúkrasystrar á psykiatrisku deild, nýta høvi at gera vart við støðuna hjá teimum psykiskt sjúku, og hvat kundi verið øðrvísi.

Í samband við Altjóða handicap dagin, í dag, 3. desember 1999, vilja vit, deildarsjúkrasystrar á psykiatrisku deild, nýta høvi at gera vart við støðuna hjá teimum psykiskt sjúku, og hvat kundi verið øðrvísi.

Psykiatriin hevur ment seg nógv og stór framstig eru gjørd, síðan psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum lat upp fyri 30 árum síðani. Fakliga eru vit á hædd við hini Norðurlondini bæði hvat viðgerð og røkt viðvíkur, men hetta er ikki altíð nóg mikið, tí sosiala trygdarnetið manglar.

Fólk, ið hava verið innløgd á psykiatrisku deild, føla ofta, at sosiala umhvørvið og trygdarnetið er burtur. Umhvørvið dugir ikki altíð at skilja hesi menniskju, og at tey hava eins stóran tørv á virðing, sum øll onnur menniskju í samfelagnum. Hesir sjúklingar uppliva, at einasta trygdarnetið tey hava, er deildin, tey eru útskrivað frá.

Soleiðis blíva psykiatrisku deildirnar eisini tað staðið, har tann sosiali tørvurin verður nøktaður.

Øll hava vit tørv og ynski um ein innihaldsríkan dagligdag. Hvørt menniskja hevur ávís evni, og tí er umráðandi at fáa hesi fram, styrkja tey, so at sjálvsálit og lívskvalitetur hækkar, men ongi verkstøð og vard arbeiðspláss eru til tess.

Øll menniskju hava tørv og ynski um at hava eitt stað at búgva og vera fyri seg sjálvan, og sum eisini er ein sjálvsagdur menniskjarættur, men tað mangla íbúðir og búfelagsskapir við fakligum stuðli til tey psykiskt sjúku. Ikki at hava trygg íbúðarviðurskifti er tyngjandi hjá øllum, og er ein psykist veikur, kann hesin ótryggleiki viðføra óneyðugar innleggingar, sum tann einstaki kann føla sum niðurlag, og sum kundi verið fyribyrgt. Fyribyrging er altíð tann besta loysnin og er eisini í longdini kostnaðarsparandi fyri samfelagið. Tí eftirlýsa vit búfelagsskapum við fakligum stuðli og íbúðum í nærumhvørvinum hjá tí einstaka. Tað veri seg í Vágoy, Eysturoy, Suðuroy, Sandoy, Norðoyggjum, Norð- og Suðurstreymoy.

Vísast skal á, at eisini stórur tørvur er á psykiatriskum røktarheimum. Nógvir eldri psykiatriskir sjúklingar eru innlagdir á psykiatrisku deild, tí teir onga aðrastaðni hava at vera. Hetta eru ósømilig kor, vit bjóða okkara eldru psykisku sjúku, og nú eldraár er í ár, ynskja vit, at okkara fólkavaldu politikkarar geva hesum fólkum meira enn eitt náttborð á felagsstovu.

Heilsa fyri øll ár 2000 var endamálsorðingin í teirri viðtøku, sum WHO gjørdi í 1977, og sum skuldi tryggja øllum borgarum í heiminum betri liviumstøður. Nú hevur WHO gjørt viðtøkuendamálsorðing undir heitinum »heilsa fyri øll í tí 21 ár hundraðinum«.

Áheitan okkara til landsins politikkarar er, eins og onnur lond hava gjørt, at góðtaka strategiina hjá WHO um heilsu fyri øll í tí 21 ár hundraðinum, og geva okkara psykiskt sjúku mannsømulig kor at liva undir.


Deildarsjúkrasystrarnar á psykiatrisku á Landssjúkrahúsinum