Psykiatriska økið á politiska breddan

Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, bíðar í løtuni eftir svari frá landsstýrismanninum við heilsumálum um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum

Seks spurningar, sum allir snúgva seg um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum. Tað hevur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sett Karsteni Hansen, landsstýrismanni við heilsumálum í skrivligum fyrispurningi tann 23. oktober.
Hetta ger hon í kjalarvørrinum av, at Sosialurin fyri tíð síðani í samrøðu við Tormóðir Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, varpaði ljós á eina norðurlendska livikorskanning av livialdrinum hjá fólki við sálarsjúku.
- Tað er sera órógvandi, at livialdurin hjá sálarsjúkum er 15-20 ár styttri enn hjá øðrum borgarum. Hetta krevur eisini nakrar politiskar raðfestingar av psykiatriska økinum, sum er við at dragna afturút. Stígur er eisini komin í víðkan og útbyggjan av viðgerðartilboðnum til vaksin við sálarsjúku, segði Tormóður Stórá við Sosialin tann 9. oktober – dagin fyri altjóða psykiatridagin.

Órógvandi vitan
Hetta hevur fingið Sirið Stenberg at ógvast við. Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum hon hevur sett Karsteni Hansen, sigur hon millum annað:
- Hetta er sera órógvandi vitan. Føroyskir sjúklingar eru ikki við í kanningini, men serfrøðin á økinum í Føroyum metir ikki, at orsøk er til at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum.
Áður umrødda livikorskanning varð almanna kunngjørd í tíðarritinum PLOS ONE og byggir á kanningar av 270.000 sjúklingum í Svøríki, Danmark og Finlandi millum 2000 og 2006, sum hava verið innlagdir á psykiatriskum sjúkrahúsum.
Sambært Sirið Stenberg verður mett, at kanningin fer at viðføra, at miðvís átøk vera sett í verk fyri júst henda málbólk fyri at hækka um miðallivialdurin, og fyri at bøta um heilsu og lívsgóðsku hjá psykiatriskum sjúklingum. Og tí er tað, at hon hevur spurt landsstýrismannin á økinum nakrar spurningar.
- Hvøjri átøk metir landsstýrismaðurin, at vit eiga at seta í verk í Føroyum fyri at skapa møguleikar fyri batum fyri júst hend viðbrekna bólk av fólki, spyr Sirið Stenberg.

[email protected]