Psykiatriska tænastan í Læknavaktini 1870 virkað í eitt ár

Tænastan við psykiatriskum viðtalum í Læknavaktini 1870 varð sett í verk í apríl 2024.

Endamálið var at styrkja læknavaktina soleiðis, at hon betri kundi taka sær av teimum, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp til sálarligar trupulleikar, og ein liður í arbeiðinum at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur í føroyska heilsuverkinum.

 

Tænastan er veitt í samstarvi millum Psykiatriska depilin og Læknavaktina, har starvsfólk við psykiatriskum førleikum eru tøk í kvøldvaktini frá kl. 16 til 23 allar dagar. Hesi starvsfólkini veita annaðhvørt telefonviðtalur ella persónligar viðtalur, eftir ávísing frá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi í Læknavaktini.

 

Eftirmetingin fevnir um tíðarskeiðið frá 15. apríl 2024 til 12. mai 2025. Í hesum tíðarskeiðinum vórðu íalt 193 viðtalur, deildar millum 103 ymiskar borgarar. Umframt sjálvar borgararnar hava eisini avvarðandi verið í sambandi við tænastuna. Flestu viðtalurnar vóru telefonviðtalur, í nøkrum førum varð mett at tørvur var á persónligari viðtalu.

 

Evnini í viðtalunum fevna m.a. um tunglyndi, sjálvmorðstankar, sinnisstøðu og ótta. Í fleiri førum hevur tænastan havt týðandi leiklut í at veita skjóta vegleiðing og møguliga beinleiðis hjálp, í støðum har tørvurin var bráðfeingis.

 

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, sigur:

 

Tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt gott tilboð til tey, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga – at tey kunnu fáa møguleika at tosa við ella hitta fólk, sum serliga taka sær av slíkum trupulleikum. Hetta er ein týdningarmikil liður í okkara arbeiði at betra um sálarheilsuna í Føroyum.

 

Hóast talan hevur verið um lutfalsliga fáar brúkarar, eru royndirnar mettar at vera virðismiklar. Arbeiðsgongdirnar eru longu tillagaðar í ávísan mun til virksemið, sum hevur verið higartil. Millum annað soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingurin í Læknavaktini nú kann taka avgerð um, nær ein persónur skal ávísast víðari til psykiatriska viðtalu.

 

Nú eftirmetingin er framd, er vónin, at heilsumyndugleikar, fakfólk og aðrir áhugapartar koma at geva sítt íkast við afturboðan og metingum, sum kunnu verða við til at tillaga tilboðið eftir tørvinum.

 

Úrslitini frá eftirmetingini er viðheft.