Psykopatar finna sær ávíst arbeiði

Summi arbeiðspláss draga fleiri psykopatar enn onnur. Roknað verður við, at psykopatar serliga eru at finna í leiðarastørvum, innan løgrfrøðisligt arbeiði og í fjølmiðlunum.

Tað stendur at lesa í bókini “The Wisdom of Psychopaths: What Saints, Spies, and Serial Killers Can Teach Us About Success,” sum Kevin Dutton hevur givið út.

Orðið psykopatur verður mangan nýtt í ymsum samanhangum, men sambært bókini eftir Kevin Dutton, er tað innan ávísar vinnugreinar, har tað finnast veruligir psykopatar - og har teir eru fleiri í tali enn aðrastaðni.

Ein psykopatur er ikki neyðturviliga ein persónur, ið hevur hug at gera enda á øðrum menniskjum, stendur at lesa í amerikanska blaðnum Forbes.

Aloftast er ein psykopatur ein persónur, ið manglar kenslur og empati ella evnini til at kunna seta seg inn í støðuna hjá øðrum fólkum. Dutton sigur við Forbes, at "tú finnur oftari psykopatisk trekk millum leiðarar enn millum fólk, sum kunnu kallast kriminell." Hesi psykopatisku trekkini eru sambært Dutton ein grundskygd sjarma, sjálvsøkni og mangul upp á empati.

Kevin Dutton er sannførdur um, at psykopatar verða drignir at nøkrum ávísum arbeiðum. Niðanfyri sæst listin yvir tey 10 arbeiðini, sum psykopatar ofta velja sær. Listin er upprunaliga gjørdur av Eric Barker.

1. Leiðarar

2. Sakførarar

3. Fjølmiðlar (sjónvarp og útvarp)

4. Seljarar

5. Skurðlæknar

6. Journalistar

7. Løgreglufólk

8. Prestar

9. Kokkar

10. Fólk ið arbeiða fyri tað almenna