Pub-quiz í Barok

Leygarkvøldið 17. oktober verður aftur pubquiz í Barok.

Vanliga verður byrjað kl. 22, men henda tíðin er nú flutt til kl. 23.00 - og hetta verður eisini tann nýggja tíðin framyvir.

 

Tað er framvegis Kristian Joensen, ið er vertur, og hann hevur gjørt quizzin enn meira fjølbroyttan við ymiskum kategori-rundum.

 

Sjálvandi er Super-Rundan framvegis eisini á skránni.