Pullertarnir í Vágsbotni verða gjørdir óvirknir

Í vetur verður eingin ferðsluforðing í Vágsbotni - men í staðin verður tað ólógligt at parkera á ávísum øki Undir Bryggjubakka

Nú heystið er komið, og uttandura virksemið undir Bryggjubakka er avmarkað, verða pullartarnir gjørdir óvirknir fyri veturin.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag. Talan er um somu pullertar, sum fingu ógvuliga nógv uppmerksemi í summar, tá Mortan Johannesen, fiskasølumaður í Vágsbotni, gjørdi vart við, at pullertarnir órógva søluna hjá honum.

Men nú koma pullertarnir í øllum førum ikki at forða ella avmarka nakrari sølu í vetur, tí pullertarnir verða sum sagt gjørdir óvírknir.

Samstundis boðar kommunan frá, at ikki longur er loyvt at seta bilin á bryggjuni framman fyri Kaffihúsið og Umami. Hetta skal vera fyri at fáa fleiri fólk og færri bilar at ferðast Undir Bryggjubakka, og er hetta ein liður í arbeiðinum at hugna um undir Bryggjubakka.