Ein miðvísur mentanarpolitikkur fær ikki bara ferðafólk at vitja, men eisini íbúgvarnar at støðast og onnur at flyta til stórbýin.
Hetta er greiði boðskapurin frá teimum báðum, Eric Sjöström og Berit Svedberg, sum eru ávikavist stjóri í Stockholms Kulturhus, stórsta norðurlendska mentanarhúsinum, og mentanarstjóri í Stockholms býi.
Vit hava sett teimum stevnu, nú tey eru á vitjan í Føroyum í sambandi við fyrireikingarnar til ein stóran norðurlendskan mentanarfestival, sum verður í heimbýnum seinni í ár á ársfundi Norðurlandaráðsins. Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur fingið tey hendanvegin.
Sjáldsom samanseting
Tey bæði eru ikki í iva um, at Føroyar eiga at vera eitt satt mentanarparadís fyri fólk kring allan heim.
- Tit síggja tað kanska ikki sjálvi. Men tað, sum vit sum gestir síggja, er ein sjáldsom og serstøk samanseting av náttúru, skapandi mentan og mentanararvi, sum fólk vilja ferðast langt fyri at uppliva, sigur Eric Sjöström, stjóri á størsta mentanarhúsinum í norðurlondum, Stockholms Kulturhus. Hann vísir á málbólkin aktiv ferðafólk, sum fara út at uppliva verðina á longdum vikuskiftum.
- Nú hava tey upplivað París og London og vilja royna nakað annað – eitt livandi mentanarlív og eina fantastiska náttúru. Og tað hava tit, sigur hann.
Vilja kenna pulsin
Tey bæði leggja samstundis dent á, at høvuðsendamálið við at raðfesta list og mentan er ikki at selja landið, men at fáa fólkið at trívast og at støðast. Í svenska vælferðarmodellinum ”Folkhemmet” verður ein sterkur mentanarpolitikkur mettur at vera eins umráðandi og hiti, el og vatn. Tí, sum Berit Svedberg, mentanarstjóri í Stockholmi sigur:
- Hin grundleggjandi tørvin kanst tú fáa nøktaðan alla staðni. Men fólk velja eitt stað til, tí tað hevur nakað meira at bjóða. Hetta er eisini orsøkin til, at fólk flyta til stórbýin, tí har finna tey eina lívsnervu ella ein puls, sum tey ikki finna allastaðni, sigur hon.
Og hon reksar upp tilboð, sum kommunan Stockholm rekur, so sum listaskálar, leikhús, konserthús, mentanarfestivalar, kulturskúlar, borgara- og mentanarhús, listaverk í býarmyndini og eini hálvthundrað bóksøvn, harav tað nýggjasta liggur niðri í undirgrundartokstøðini!
Bethoven og ballet
Men Stocholm hevur fyrst og fremst valt at satsa upp á eina virkna barna- og ungdómsmentan.
- Øll børn skulu sleppa at uppliva og at royna eina breiða viftu av mentanartilboðum. Eisini tey, hvørs foreldur ikki eru stórbrúkarar av mentan, sigur Berit Svedberg, og nevnir listaskúlar, musikskúlar og frítíðartilboð av alskyns slag.
- Við at bjóða tannáringunum alt frá Bethoven til balletskógvar geva vit teimum møguleika fyri at velja sjálvi, tá tey verða vaksin. Tí eitt sunt grundarlag, skapar heilar menniskjur, sigur hon.
Fær fólk at vaksa
- Við at játta pening til mentan, fært tú fólk at trúgva upp á framtíðina. Og tað er fremsta treytin fyri, at býurin er eitt spennandi stað at liva í, eitt stað í vøkstri, sigur Berit Svedberg. Og Eric Sjöström leggur afturat:
- Stuðla vit ikki mentanini, hvat eru vit so fyri menniskju? Vit hava brúk fyri meira enn bara at yvirliva: at vaksa og at royna okkum, at skapa, spæla, skriva, syngja og dansa.