TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson gjørdi við Árna Johannesson og Matthias Kjølbro frá bólkinum Punjab, sum skal á pall á spæliplássinum í kvøld klokkan 23.40.
Í samrøðuni við Árna Johannesson og Matthias Kjølbro verður staðfest, at talan er um eina góða tíð hjá Punjab at fara á pall, og teir báðir limirnir í Punjab siga seg verða sera spentir uppá løtuna, tá teir fara at gera sítt besta fyri, at áhoyrararnir kunnu fáa eina minniliga uppliving.
Árni Johannesson (vocal), Matthias Kjølbro (saxofon), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Kári Ellingsgaard (bass) og Robert Bjarnason (guitar) eru teir seks ungu havnarmenninir, ið manna bólkin.
Í samrøðuni verður eisini skift orð við Árni Johannesson og Matthias Kjølbro um G, og hvat teir annars ætla at uppliva á G.