Konsert
Punk trioin The Dreams gevur 1. mai út fyrstu fløguna hjá bólkinum, har bólkurin punkar føroyska sangskattin. 6. mai kunnu fjepparar og onnur áhugaði uppliva alla hitparaduna útsetta til popp punk á konsert í Kambsdali.
Á fløguni eru 10 løg, Hettar eru løg sum Til allar vinir hjá Blátt, 80ini hjá Frændum, Sirkús Tinganes hjá Annfinn & Co., Sasa sa sa hjá Georg eystan Á, Forelskaður sjónleikari hjá Páll Finnur Páll, Eg siti so eina hjá Vestmonnum, Nú ert tú ein onnur hjá <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Ey?un Nols?e"$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ av fløguni Eyðun og Terji. og Nummar hjá Terja Rasmussen. Teir tolka eisini Nalju klassikaran Sjeikurin, ið Poppkorn eisini tolkaðu herfyri. <BR>
Umframt hesi løg hevur The Dreams eisini tulkað onnur løg sum t.d. Summer of 69 hjá Bryan Adams. Umframt popp punk slagarar, so verður DJ-Show við Martin Kjærbo.
Í sambandi við at Norðoyartunnilin letur upp, verður, um nóg nógv tekna seg, skipað fyri ókeypis bussi aftur og fram úr Klaksvík. Tó við teirri treyt, at goldið verður fyri atgongumerkið til tiltakið á Kambsdali, áðrenn fráferð úr Klaksvík.
Tað er AP Busskoyring v/Andreas Poulsen, sum tekur sær av koyringini, og tekningarfreistin er 6.mai kl.22:00. Tann ið vil tryggja sær pláss má ringja sum skjótast á tel. 50 52 20. Koyrt verður frá Atlantis kl. 23:00
Annars koyra bussar sum vant, Havnarleiðin tel 21 64 64, Vága og Vestmannaleiðin 21 77 52, Eysturoyarleiðin 50 52 20