Punkskaldið Strunge í Vencil

Við trimum føroyskum týðingum blæsir Vencil nýtt lív í lyriska arvin eftir unga punkskaldið Michael Strunge, sum hevði fylt 50 ár herfyri Hóast danska punkskaldið Michael Strunge bert gjørdist 28 ára gamal, náddi hann at gerast ímyndin av donsku punkrørsluni í 80?unum.

Hesum hava donsk bløð gjørt rættiliga nógv burturúr, nú Strunge kundi havt fylt 50 ár herfyri.

Eisini í bókmentaritinum Vencil setur føðingardagurin hjá Strunge spor eftir seg.

Í Vencili fjórða eru tríggjar yrkingar eftir punkskaldið í føroyskari týðing hjá Oddfríði Marna Rasmussen. Hetta eru svartar og samleikaleitandi yrkingar úr fyrsta savninum hjá Strunge, Livets hastighed frá 1978.

Við í Vencili eru eisini tvær yrkingar eftir helst navnframasta, núlivandi høvundin í USA, John Ashbery. Hann er kendur fyri sítt torføra og ofta kryptiska skrivingarlag, har hvør setningur er ein myndauppliving.

Eisini eru tríggjar yrkingar eftir føroysku Sissal Kampmann. Yrkingarnar eru lýriskar og kryddraðar við gerandislutum, ið fáa lesaran at kenna seg aftur.

Í sambandi við nýggjastu útgávuna av Vencil, eru nýggjar upptøkur av upplestrum lagdar á heimasíðuna www.vencil.fo, har tað eisini ber til at tekna seg sum haldara.

Seinasta freist at lata inn tilfar til Vencil fimta er 10. august