Hondbóltur
Strandingar mistu av álvara takið í oddastríðnum, tá teir seinasta vikuskifti taptu heldur óneyugt fyri Neistanum, og nú tykist heldur ikki bronsan at vera nakað, sum tosað verður um á Skála.
Tann møguleikan hevði liðið annars góðar møguleikar at røkka við liðum sum H71 og KÍF eftir á dystarskránni, men at einki kemur av sær sjálvum, var dysturin móti H71 eitt gott dømi um.
Koppaði
Fyrstu løtuna var annars ikki nógv, sum bendi á, at hoyvíkingar skulu geva heimaliðnum nakrar sum helst trupulleikar yvirhøvur. Ta einu løtuna vísti máltalvan í høllini 7-1, men síðani fór at ganga skeiva vegin.
H71 vant seg alt meira upp, og tó at strandingar svaraðu aftur soleiðis av og á, so var hetta ikki nóg mikið at steðga heimaliðnum. Undan steðginum høvdu teir vunnið seg upp á javnt, og tó at StÍF nú royndi at halda fast, so punkteraði av álvara eftir steðgin.
Serliga hevði heimaliðið trupulleikar av Henrik Gerster, og tá stóri danin seks ferðir á rað høgdi bóltarnar inn í StÍF-málið, stóðu trupulleikarnir málaðir við ljósareyðari skrift á vegginum.
Og sjálvt um strandingarnir eftir hetta royndu at bøta um skaðan, so var tað ov seint. Hoyvíkingarnir stríddust manniliga fyri at halda fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist teimum eisini.
Einki meistaraspæl
Við sigrinum slapp H71 sær av botnsessinum, sum liðið hevur átt at kalla alt kappingarárið, og spurningurin er nú, hvørt teir megna at lyfta seg enn meira. Komandi dysturin verður móti kollfirðingum, og har tykist vónirnar fyri stigum ikki at vera ongar. Seinasta uppgerðin verður móti Neistanum, sum tá kanska spælir fyri gullinum, og so verður spurningurin, hvørt hoyvíkingar eisini kunnu basa bláa havnarliðnum, eftir at teir meira enn nakar annar hava spilt stóran part av spælinum hjá Kyndli higartil.
Hjá StÍF tykist árið hinvegin vera mest sum liðugt. Enn hevur liðið kanska møguleikan at vinna sær bronsuna, um talan verður um sigur á VÍF næsta umfar, men hóast hetta, so tykist tað greitt, at StÍF í ár ikki hevur somu styrkina, sum liðið áður hevur havt.
Skaðar hjá lyklaleikarum hava sjálvandi sín part av frágreiðingini í hesum, men yvir høvur hevur tað verið ein trupulleiki, at liðið alt ov sjáldan hevur funnið kvika og undirhaldandi spælið frá meistaraheitunum í 2003 og 1999 fram. Liðið hevur annars fleiri leikarar, sum megna hendan leikháttin, men denturin hevur í nógvar mátar verið lagdur aðrastaðni á vøllinum.
Eitt nú hevur verjuspæli í nógvum førum verið væl betri, enn tað var í meistaraárunum, men tá liðið kortini ikki megnar at skjóta nóg nógv mál, so er ætlaði vinningurin av hesum ikki vorðin sjónligur. Í øllum førum ikki á talvuni.
Heilt uttan heiður fer liðið tó ikki úr kappingini. Sum kunnugt, so vann liðið steypakappingina fyrr í ár, og við hesum hevur liðið í seks ár vunnið fimm steyp umframt at teir tvær ferðir hava verið tapandi steypafinalistar, so størri enn tað sama er kreppan á Strondum tó ikki.
Dysturin í tølum
StÍF-H71 29-33 (14-14)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 11(2), Sveinur Justinussen 3, Bent Djurhuus 3(1), Artur Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Leivur Justinussen 2, Pauli Hansen 2, Mihai Marinescu 1, Andre F. Danielsen 1
H71: Henrik Gerster 14(2), Halgir Dahl Olesen 8, Johnny Durhuus 3, Niels Viggo Niclassen 3, Christian Eli Zachariasen 3, Bárður Brimvík 1, Anfinnur N. Debess 1
Brotskøst: StÍF 5, H71 2
Útvísingar: StÍF 2, H71 5
Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen