Púra ólík gongd hjá KÍ og NSÍ

Meðan NSÍ bara hevur vunnið ímóti botnliðunum, so hevur tað gingið illa hjá KÍ ímóti teimum niðastu

Hóast teir vóru nógv plágaðir av leikbannum og skaðum, so stóðu klaksvíkingar seg væl í Gundadali ólavsøkudag. Teir taptu 2-1 ímóti B36, og harvið fingu teir einki burturúr. Gongdin higartil í ár hevur verið, at KÍ fleiri ferðir hevur víst góð avrik ímóti teimum ovastu á talvuni, men einki fingið burturúr. Og so hevur tað verið heilt vánaligt ímóti teimum niðast á talvuni og harvið tap. Undan summarsteðginum tapti KÍ ímóti Skála, og á Argjum mistu klaksvíkingar sigurin í síðstu sekundunum. Nakað frammanundan tapti KÍ stórt á Toftum.

Hjá NSÍ hevur tað gingið heilt øðrvísi. Hóast NSÍ er á fimta plássi og hevur eitt stig fleiri enn KÍ, so hevur tað í sekstan teimum fyrstu dystunum ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku ímóti AB, B68 og Skála, men ongum øðrum.

Tá ið liðini hittust við Løkin var KÍ greitt omaná, men tá eydnaðist tað NSÍ at javna til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

 

Í dag er NSÍ á veg til Klaksvíkar í styrktari útgávu. Hetta er fyrsti dysturin hjá NSÍ síðani summarsteðgin – grannauppgerðin ímóti Víkingi er útsett til í september – og harvið er hetta fyrsti møguleikin hjá Pól Jóhannusi Justinussen og Christian Høgna Jacobsen at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir eru báðir fluttir aftur til barndómsfelagið í summar.

Hjá KÍ er miðverjin Jonas Flindt Rasmussen tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Hann verður í miðverjuni saman við Ísaki Simonsen, sum stóð seg væl í Gundadali ólavsøkudag.

Sørmundur Kalsø er leikbannaður saman við Henry Heinesen og Johan Jacobsen, og Álvur F. Christiansen er framvegis burturstaddur.