Summar stjørnur lýsa blankari enn aðrar og tvær av stjørnunum frá kappingini Stjerne for en aften hava júst vitjað í Føroyum. Fríggjakvøldið byrjaði 3 daga langa konsertferðin, har Guðrun S. Jacobsen og Jacob Andersen undirhildu her heima á klettunum.
Byrjað varð á heimavølli hjá Guðruni, vinnaranum av kappingini, nevniliga á Tvøroyri. Ella rættari; í høllini í Trongisvági. Leygardag og sunnudag sungu tey í Fuglafirði og í Klaksvík.
Eini 400 fólk høvdu leitað sær í høllina í Trongisvági at síggja og hoyra Guðruna, nú hon vitjaði heimbygdina og Suðuroynna. Og hóast nøkur fá pláss vóru eftir, so var beinanvegin lív í stóru fjøldini, tá lítli maðurin við stóru og hásu røddini trein á pall. Jacob Andersen vísti seg sum kringan undirhaldara og samband var skjótt millum hann og lurtarafjøldina.
Hann byrjaði við at orsaka, at tíverri lá ikki fyri hjá Guðruni at koma, sagt í spølni, sjálvsagt, men ísurin var brotin og Jacob náddi út um pallkantin.
Jacob sang stak væl og tónleikurin, løgini, vóru góð. Góður rocktónleikur, ið swingaði. Og hann sang væl. Og sum Jacob so hegnisliga vísti á, so er fløga hjá honum á handilshillunum hesa vikuna og hann helt, at lurtararnir áttu ikki at lata henda møguleika fara framvið.
Tónleikararnir swingaðu væl í hesum fyrsta partinum við Jacob. Og fólkið fagnaði eisini hásu røddini við lógvabrestum, ið ikki lótu nakran iva vera um, at fjøldin tók Jacob til sín.
Og tá lagið ?With a little help from my friends? kom, sum hann jú sang í kappingini, tá kom hesin parturin í hæddina og fólk funnu tendrarar fram.
Guðrun ? Pure and simple
Síðani kom stóra stjørnan. Guðrun kom á pall. Henni so líkt, so hendi hetta uttan hóvasták. Í litfagrari blusu, reyðari, trein hon á pall og henni tørvar ikki at gera burturúr sær og ger tað heldur ikki. Tá hon byrjaði at syngja, átti hon pallin og fjøldin var við frá fyrstu stund. Soleiðis er tað bara ? pure and simple!
Guðrun sang løg av fløgu síni; Only one og Pure and simple, Running Away, You?re mine og hvat tey nú eita. Eitt tyssi av føgru løgunum á fløgu hennara.
Løgini eru kanska tey flestu í stillara endanum og konsertin bar eisini brá av hesum eina løtu, men stóra røddin, Guðrun, sang til UG og misti ikki flogið. Slett ikki.
Hinvegin er kanska trupult at fáa fína og væl pussaða ljóðoð á fløguni fram á konsert. Serliga á heldur serstaka lagnum Quiet Storm tóktist, sum vóru tónleikararnir í trupulleikum. Ungu danirnir í tónleikabólkinum leiktu væl, men onkur teskaði tygara útsenda í oyrað, at venjingarnar høvdu ikki verið so mangar undan konsertini, og tað kanska kom til sjóndar í hesum lagnum.
Tvær kórgentur høvdu eisini givið heilt fitt av litið í ljóðmyndina.
Men hetta eru smálutir, ið ein ikki eigur at hanga seg í ella keða lesaran við, tí konsertin var stak góð og sum heildaruppliving til toppkarakter.
Guðrun sang eisini løg hjá øðrum kendum sangarinnum og her slapp hon ? at blása seg út?, meira megi og ferð var á. Ironic hjá A. Morisete og Week hjá Skunk Anansie settu veruliga ferð á og Guðrun slapp veruliga at prógva rødd sína. Guðrun megnar sum fáur at geva stillum, vøkrum løgum flog, men hon er so sanniliga eisini góð, tá tað er full ferð á.
At hon sum fáur megnar stillu løgini, sum jú oftast krevja mest, prógvaði Guðrun eisini við lagnum Can?t make you love me hjá Sanne Salomonsen.
Guðrun er ein stór stjørna og fjøldin var við henni frá fyrstu løtu. Guðrun bergtók lurtararnar við vøkru løgunum og tá meira ferð var á sótu ung sum gomul og klappaðu í takt. Talan var um sonevnda sitikonsert og fleiri staðni sá ein eini 2 til 3 ættarlið fylgjast, og líka frá yngsta barninum til ommuna uppá eini 70 ár klappaðu, sungu við - ella tey bert nutu sangin og lótu gásarholdið fáa frið.
Promise Me kom til síðst,ella næstan, og tá komu aftur tendrararnir fram og lógvabrestirnir søgdu greitt, at hesum varð bíðað eftir. Og sum so ofta, so var talan um eina sera vakra og rørandi løtu, tá Guðrun tulkaðu hetta vakra lag, sum sendi hana beina leið á tónatindarnar og sum gjørdi hana til stjørnu fyrr í ár.
Jacob kom aftur á pallin og saman sungu tey duettina av fløguni hjá Guðruni, eitt sera gott lag, og tey komu væl frá tí.
Allright now
Tað var rockur, sum stóð á skránni, tá tað leið móti endanum av konsertini. Talan var als ikki um stillan storm ? Quiet Storm. Jacob og Guðrun og tónleikarar í rætta essinum leiktu rockklassikaran Allright Now og tað setti lív í fjøldina, tá tey rættiliga sleptu øllum og ?blástu út?.
So væl varð kikað undir fjøldini, at fólk høvdu ikki hug at sita í frið men klappaðu stjørnurnar fram aftur á pall, har tey rockaðu víðari til stóru gullheiðursmerkini.
Eitt avbera gott tónleikatiltak var av, og ein uppliving og ein gleði var tað at uppliva Guðruna og hini her heima. Og so at vita, at Guðrun er stjørna, sum hóast hon hevur bæði beinini á jørðini, tó lýsir millum bjartastu stjørnurnar hægst á stjørnuhválvinum ? ein gott og virðiligt umboð fyri Føroyar uttan fyri landoddarnar. Flott!!