Putin boðar frá kjarnorkuvenjing

Sambært Reuters snúgva russisku venjingarnar seg bæði um ballistiskar kjarnorkurakettir og krússararakettir

Reuters veit at siga, at russiski forsetin, Vladimir Putin, í dag hevur boðað frá einari nýggjari kjarnorkuvenjing.

 

Forsetin sigur, at Moskva noyðist at hava sína kjarnorku klára til brúk, sum hann sambært tíðindastovuni tekur til.

 

Reuters endurgevur statsriknu russisku tíðindastovuna, RIA Novosti, fyri hesar útsagnir forsetans í dag.

 

- Í dag hava vit eina nýggja venjing við strategiskum ræðanarvápnum, sigur Vladimir Putin.

 

Sambært Reuters snúgva russisku royndirnar seg bæði um ballistiskar kjarnorkurakettir og krússararakettir.