Putin boðar frá sigri: Russland hevur valt rætta vegin

Undir Putin er Russland farið inn í Ukraina. Í dag ger hann greitt, at valsigur váttar lansdins kós.

 

Fyribils úrslit síggjast her á einum skíggja í Russlandi, eftir at valstøðini lótu aftur. - Foto: Maxim Shemetov/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í dag, at valsigur hansara vísir, at Russland hevur valt rætta vegin.

Sigur Putins á valinum var væntaður, tá hann ikki hevði veruliga politiska mótstøðu.

Síðstu valstøðini lótu aftur í kvøld okkara tíð, stutt eftir var greitt, at forestin stóð til ein knúsandi sigur.

Putin takkar russiskur hermonnunum í sigursrøðu síni. hann takkar eisini russum fyri at atkvøða.

Stuðlar hjá forsetanum rópa »Russland, Russland, Russland«, eftir røðuna.

Tað er eitt sindur meira enn tvey ár síðani, at Russland eftir boðum frá Putin gjørdi innrás í Ukraina.

/ritzau/Reuters

 

Fyribils úrslit síggjast her á einum skíggja í Russlandi, eftir at valstøðini lótu aftur. - Foto: Maxim Shemetov/Reuters