Putin drap 11 ukrainar

Í minsta lagi 11 fólk eru dripin og 200.000 eru uttan streym eftir hørð russisk álop á undirstøðukervið í Ukraina síðstu nátt.

 

Orkuverk og transformatorstøðir í fimm ukrainskum regiónum vórðu rakt í russiskum álopum síðstu nátt.

 

Tað upplýsir orkufelagið, Ukrenergo í Ukraina í dag.

 

- Russland noyddist at leypa á ukrainsk orkuverk sum aftursvar upp á ukrainsk álop á okkara egna undirstøðukervi, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin sambært Reuters.

 

Forsetin legði aftrat, at ein partur av málunum hjá Russlandi er at "avmilitarisera" Ukraina.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Russland serliga lopið á orkuverk í Ukraina.

 

- Álopini hava verið millum tey harðastu, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri stívliga tveimum árum síðan, vita útlendskir tíðindamiðlar at siga í kvøld.