Fyrrverandi finski forsætisráðharrin, Alexander Stubb, saman við fyrrverandi forsætisráðharra Noregs, Ernu Solberg. - Putin er orsøkin til finsku umsóknina um limaskap, sigur Alexander Stubb.

Putin er orsøkin til Nato-umsóknina

Fyrrverandi finski forsætisráðharrin, Alexander Stubb, sigur, at kríggið í Ukraina hevur víst, at Russland ikki er so sterkt hernaðarliga, sum roknað hevur verið við.

Fyrrverandi finski forsætisráðharrin, Alexander Stubb, saman við fyrrverandi forsætisráðharra Noregs, Ernu Solberg. - Putin er orsøkin til finsku umsóknina um limaskap, sigur Alexander Stubb.

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin og fyrrverandi finski forsætisráðharrin hittust í dag á ársfundi.

 

- Eg havi bíðað eftir hesum degi í 30 ár og havi altíð verið fyri finskum limaskapi í Nato. Hetta er ein røtt, men trupul avgerð, sum tó er lættari at taka, tá 80 prosent av fólkinum eru fyri, sigur Alexander Stubb við Verdens Gang.

 

Hann heldur, at bæði Kreml og Vladimir Putin eiga at skilja, hví Finnland fer upp í Nato. - Vit høvdu ikki farið upp í verjusamgonguna, um Russland ikki leyp á Ukraina, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin.

 

- Tað er ógvuliga týdningarmikið, at Svøríki eisini gerst limur í Nato, og at londini fara upp í verjusamgonguna saman, leggur Alexander Stubb aftrat.

 

Fyrrverandi finski forsætisráðharrin heldur, at finskur og svenskur limaskapur er týdningarmikil fyri Norðurlond, fyri Nato og fyri trygdina í Evropa, og hann heldur tað vera rætt, at bæði Finnland og Svøríki gera sum Noregi, sum er limur í Nato.

 

Men, kunnu vit ikki vænta, at Russland fer at styrkja sína støðu her norðuri á leiðini, og at her verður nógv meira russisk vápnadubbing í økinum?

 

- Nei, tað stúri eg ikki fyri. Russland hevur í løtuni ikki orku til tess, og kríggið í Ukraina - diplomatiskt sagt - hevur víst, at Russland ikki er so sterkt hernaðarliga, sum vit høvdu roknað við, sigur hann.

 

Alexander Stubb er í dag professari í Firenze. Hann var finskur uttanríkisráðharri árini 2008 til 2011 og forsætisráðharri í Finnlandi í 2014 og 2015.

 

 

 

Fyrrverandi finski forsætisráðharrin, Alexander Stubb, saman við fyrrverandi forsætisráðharra Noregs, Ernu Solberg. - Putin er orsøkin til finsku umsóknina um limaskap, sigur Alexander Stubb.