Putin farin í sóttarhald

Fleiri av starvsfólkunum hjá Vlademir Putin, forseta í Russalndi, eru smittað við koronuvirus. Forsetin er farin í sóttarhald.

Russiski forsetin, Vlademir Putin, mátti týsdagin vera við á trygdarfundi á netinum, tí hann er í sóttarhaldi vegna koronasmittu millum starvsfólkini.  - Foto: Alexey Druzhinin/Ritzau Scanpix

Russiski forsetin, Vlademir Putin, er farin í sóttarhald eftir umfatandi smittuútbrot av koronusmittu millum starvsfólk hansara.

Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass. 

Longu týsdagin boðaði russiska forsetaskrivstovan frá, at koronasmitta var í »innara ringi« forsetans. Kortini var ikki upplýst, hvør ið var smittaður, ella hvussu nógv talan var um.

Í dag avdúkar forsetin, at tað snýr seg um fleiri.

– Talan er ikki um eitt ella tvey, men um fleiri fólk.

– So nú er skal eg sjálvur í sóttarhald í fleiri dagar, sigur hann sambært Tass.

Smittuútbrotið rakar í dag, dagin fyri at val verður í Russlandi í morgin. Valið verður í tríggjar daginar vegna koronufarsóttina.

Putin er koppsettur við russiska Sputnik V koppingarevninum. Russisku myndugleikarnir hava gjørt nógv fyri at verja forsetan ímóti smittuni líka síðani farsóttin fór at herja.

Týsdagin boðaði hann frá, at hann hevur tað gott og er ikki smittaður.

– Tað er ein nátúrlig roynd. Latið okkum nú síggja, hvussu Sputnik V virkar í veruleikanum. Eg havi nógv mótevni í kroppinum. Latið okkum síggja, hvussu tað endar. Eg vóni, at alt er, su,m tað skal vera, segði Putin týsdagin.

/ritzau/

 

 

 

Russiski forsetin, Vlademir Putin, mátti týsdagin vera við á trygdarfundi á netinum, tí hann er í sóttarhaldi vegna koronasmittu millum starvsfólkini.  - Foto: Alexey Druzhinin/Ritzau Scanpix