Russiski forsætisráðharrin var við kistuna hjá Aleksander Solzjenitsyn í dag Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, var í dag millum tey mongu, sum komu at heiðra Aleksander Solzjenitsyn, sum doyði um vikuskiftið.
Eftir at hava lagt blómur við kistuna heilsaði Putin upp á einkjuna eftir Solzjenitsyn, Natalju og sonin Stepan.
Russisku fjølmiðlarnir siga, at fleiri hundrað russar í øllum aldri vóru og søgdu tí kenda rithøvundinum farvæl.
Solzjenitsyn fer til garavar í morgin.