Tað sæst í lógartekstinum, ið varð almannakunngjørdur í gjár.
Landasvik kann nú revsast við lívlongum fongsli. Higartil hevur harðasta revsingin verið 20 ára fongsul.
Fyrr í mánaðinum varð ein kendur atfinnari av Putin, Vladimir Kara-Murza, dømdur 25 ára fongsul fyri landasvik og aðrar brotsgerðir.
Kara-Murza metir dómin vera reint politiskan.
Umframt, at landasvik nú eisini kann revsast við fongsli upp á lívstíð, er harðasta revsingin fyri fleiri aðrar brotsgerðir eisini herdar.
Tað snýr seg millum annað um sabotasju, sum framyvir kann geva 20 ára fongsul. Í dag er harðasta revsingini fyri sabotasju 15 ár.
/ritzau/AFP